? Hans Andreas Djurhuus var ein meira savnandi persónur, enn bróðirin, Janus. Hann hugdi meira uttan um seg sjálvan, meðan Janus var meira egosentreraður. Hans Andreas var altíð biðin at tala, um onkur fundur var, og hann segði ongantíð nei, greiðir Hanus Kamban frá.
? Gingu skip burtur, so hendi tað seg meira enn so, at einkjurnar bóðu Hans Andreas ugga tær við eini yrking, og so gjørdi hann tað.
Hans Andreas hevur skrivað og yrkt nógv. Ein stórur partur er prentaður, men nógv tilfar liggur eisini eftir hann, sum ongantíð er prentað. Eisini er nógv tilfar, sum bara er prentað í bløðunum og tískil ikki so kent.
Hans Andreas Djurhuus varð føddur í Havn í 1883 og vaks upp í Áarstovu. Hann var lærari, og í hesum sambandi mest kendur sum lærari við Realskúlan í Havn frá 1919 til hann doyði í 1951. Men hann var eisini lærari í Klaksvík, í Sandavági, á Tvøroyri.