Tað sær svart út fyri at tað fer at eydnast at filmsrøðin, Trom, fer at verða tikin upp í Føroyum. Tað er greitt, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá landsstýrinum um at lata eykajáttan til ymisk endamál.
Trom byggir á krimisøgurnar Jógvan Isaksen, sum eru samanskrivaðar til eina sendirøð og útlendingar hava longu sett 30 milliónir krónur í ætlanina.
Tilsamans kostar hon 37 milliónir krónur og hetta kann gerast størsti sýnisgluggin hjá Føroyum nakrantíð, tí tað eru heilt nógvar sjónvarpsrásir, sum hava víst henni áhuga. Tey eru eisini sinnað at seta pening í ætlanina, segði Tina í Dali Wagner, leiðari í filmshúsinum her á info fyri eini viku síðani.
Les meiri um tað her: 30 milliónir settar í føroyska sjónvarpsrøð
Karmurin rundan um spenningssøguna er vakra og stórbæra føroyska náttúran og hetta kann gerast størsti sýnisgluggin hjá Føroyum nakrantíð, segði hon.
Men skal hetta eydnast, er tað avgerandi, at løgtingið játtar fýra milliónir krónur til sjónvarpsrøðina, sum eggjar framleiðaranum til at taka sjónvarpsrøðina upp í Føroyum.
Men Aksel V. Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og Kristina Háfoss, tinglimur fyri Tjóðveldi, siga, at tað er samgongan ikki sinnað til.
Tey siga, at nú Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið um at játta pening til ymisk endamá, hava tey roynt at fáa undirtøku frá samgonguni til at játta pengarnar so at Trom kann takast upp í Føroyum, men tey siga, at tað tekur samgongan ikki undir við.
– Hetta kann gera, at verkætlanin gleppur av føroyskum hondum, og verður framleidd í øðrum londum í staðin, siga tey.
Tað hevur verið nevnt, at ber ikki til at taka hana upp í Føroyum, er tað ein møguleiki, at hon verður tikin upp í Íslandi ístaðin.