Sjónvarpsrásir úr øllum heiminum bíða eftir TROM

– Tað eru fleiri sera stórar útlendskar sjónvarpsrásir, sum nú bara bíða eftir TROM. So talan er um eina sendirøð av teimum heilt stóru, sigur Helene Aurø, sølustjóri REinvent Studios

– Allur heimurin bíðar eftir at síggja TROM beint nú.

Soleiðis sigur Helene Aurø, sølustjóri í danska filmsølufelagnum REinvent Studios, sum arbeiðir við at selja og marknaðarføra føroysku sendirøðina TROM.

TROM er ein føroysk krimirøð, ið byggir á bøkurnar hjá rithøvundanum Jógvan Isaksen um Hannis Martinsson. Torfinnur Jákupsson hevur skrivað handritið sum eina samanrenning av bókunum, soleiðis at fleiri søgutræðrir eru tillagaðir fyri at leggja eitt nýtt grundarlag fyri sendirøðini, sum kann fevna um fleiri sesongir. Hvør partur verður 55 minuttir langur.

Framleiðslan fer væntandi í gongd um nakrar mánaðir.

Sølufelagið REinvent hevur seinastu mánaðirnar verið í samráðingum við sjónvarpsrásir úr eini 10 londum, og nú verður síðsta hond løgd á endaligu avtalurnar. Talan er um avtalur við sjónvarpsrásir í londum sum Onglandi, Týsklandi, Belgia og Fraklandi. Avtalurnar innibera, at sjónvarpsrásirnar eru við til at fíggja TROM, áðrenn sendirøðin er gjørd, soleiðis at hon seinni kann vísast á hesum rásunum. Tað er ikki alment enn, hvørjar hesar sjónvarpsrásir eru, men Helene Aurø vissar fyri, at hetta eru stórar sjónvarpsrásir við høgum hyggjaratølum.

Toymið handan TROM hevur sera stórar ambitiónir, og hetta er heilt vist mest ambitiøsa filmsverkætlanin í Føroya søgu.

– Tað eru fleiri sera stórar útlendskar sjónvarpsrásir, sum nú bara bíða eftir TROM. So talan er um eina sendirøð av teimum heilt stóru. Eg rokni sanniliga eisini við, at TROM fer at vinna eina rúgvu av virðislønum, tí hetta er nakað heilt serligt. Hetta er nakað so spennandi, sigur sølustjórin í REinvent Studios.

Les meira í Vikuskiftis Sosialinum. Um tú hevur hald, ber til at lesa meira HER.