Síðst í januar mánaði fer læknin at hava orðið í Føroyum.
Og tað er ikki ein og hvørt lækni.
Tað er »læknin« sjálvur.
Peter Qvortrup Geisling.
Nógv kenna ivaleyst navnið, men tey, sum ikki kenna navnið, vita hóast alt, hvør maðurin er, tá ið tað verður lagt afturat, at hann er vertur í sjónvarpssendingini »Læknin hevur orðið«, sum Danmarks Radio framleiðir.
Hendan væl umtókta sending verður eisini sýnd í føroyskum sjónvarpi.
Norðoyggjar og Havn
Peter Qvortrup Geisling er tungusnjallur, og hann er nógv biðin til fyrilestrar og sum orðstýrari til fundir um heilsuviðurskifti.
Og tað er sum fyrilestrahaldari, at Peter Qvortrup kemur til Føroya síðst í január mánaði næsta ár.
Peter Qvortrup kemur til Føroya 29. januar, og hann verður her í landinum fram til 2. februar.
Læknin fer at hava fyrilestur í Norðoyggjum og í Havn, og møguliga verða tað fleiri enn tveir fyrilestrar á skránni. Endaliga skráin fyri vitjanina er ikki løgd enn.
Tað er felagið IRIS í Klaksvík, sum stendur fyri vitjanini í Føroyum.










