Í Sosialinum tann 11. januar í 1978 verður skrivað um Sjónvarpsfelagið, sum varð stovnsett tíggju ár frammanundan. Endamálið við felagnum var at útvega loyvi til royndarsjónvarp, at leggja fasta ætlan fyri royndarsjónvarpi, bæði fíggjarliga, tekniskt og fyri sendingum og at fáa í lag føroyskt sjónvarp, sum kann røkka alt landið. Felagið hevði fleiri ferðir heitt á landsstýrið um at fáa sendiloyvi, men einki svar er komið. Í januar hetta árið skipað felagið so fyri einum almennum fundi, har sjónvarpsspurningurin var til viðgerðar.
Fundurin varð hildin í samkomuhøllini á Landssjúkrahúsinum hóskvøldið 16. januar í 1978. Formaður í Sjónvarpsfelagnum var Karter Højgaard, umsjónarmaður á Landssjúkrahúsinum. Hann sigur við Sosialin, at teir rokna við, at fleiri fólk fara at gera seg til lim í felagnum, nú fundur verður hildin um spurningin.
? Í dag hevur felagið 80 limir, sigur Karter Højgaard sum heldur, at tað munnu vera eini 600 sjónvarpstól í landinum.
Sjónvarpsfelagið varð stovnað í 1967, og hevði tað samráðingar við landsstýrið hetta sama árið um at fara undir royndarsendingar. Men har kom einki burturúr.
Í 1975 heitti felagið á landsstýrið um at geva felagnum ? fyri fyrst í eina avmarkaða tíð ? loyvi til at skipa fyri royndarsjónvarpssendingum í Tórsavn, undir treytum, sum verða settar av landsstýrinum.
Tekniskt gjørligt
Felagið segði í brævinum til Landsstýrið m. a.:
? Tann tekniski framburðurin á hesum øki hevur tey seinastu árini verið ógvuliga stórur. Um landsstýrið játtar felagnum loyvi til at fara undir royndarsendingar, er einki til hindurs fyri at byrja beinanvegin við sendingum í litum og svart/hvítum, men roknast má við at tilrættarlegging av regluligum sendingum, herundir útvegan av tilfari v. m. kemur at taka nakað av tíð.
Karter Højgaard sigur, at teir enn einki hava frætt frá landsstýrinum. Tað er eisini ein av orsøkunum til, at felagið nú vil hava gongd í málið.
Formaðurin í Sjónvarpsfelagum sigur víðari við Sosialin, at tað er ilt at siga nakað við vissu um, hvat eitt sjónvarp skal innihalda.
? Tað verður sjálvandi alt, sum fólk hevur áhuga fyri, men leggur hann afturat, fyrsta stigið verður helst at seta eina nevnd, sum skal taka sær av hesum spurninginum.
Í nevndini í Sjónvarpsfelagnum sótu um hetta mundið:
Karter Højgaard, formaður
Djóni Ziska
Hjalti Skaalum
Óli Thorup
Niels Juel Nilsen.