Fótbóltur
27 spælarar, sum fáa 160.000 krónur í part.
Tað er í løtuni status í roknistykkinum millum FSF og landsliðsspælararnar, sum í løtuni eru nummar 122 á styrkislistanum hjá FIFA. Endaliga uphæddin kann ikki ásetast, fyrr enn seinasta FIFA-listin á árinum verður kunngjørdur, men talan verður tó neyvan um tær heilt stóru broytingarnar, sum henda til ta tíð.
Hetta gevur eina samlaða rokning til FSF upp á á leið 4,6 milliónir, tí talan verður eftir øllum at døma um eina upphædd, sum verður útgoldin javnt stórt til allar spælarar, sum hava tikið lut í undankappingini í ár. Og teir eru altso 27 í tali.
Fyri bara einum ári síðani kundi ein upphædd av hesum slagnum hálvgum koppað fíggjarstøðuni hjá FSF, men nýggja sjónvarpsavtalan við Kentaro gevur munandi meira í kassan enn gamla avtalan við Sportfive.
Yvir fýra ár gevur Kentaro-sáttmálin 64 milliónir, meðan árliga gjaldið frá Sportfive var um seks milliónir. So hóast FSF nú má av við fýra milliónir meira, enn fíggjarætlanin annars hevur lagt upp til, liggja framvegis seks milliónir eftir á teirri kontini.









