Sjónvarpið sendir Týsklandsdystin

Fótbóltur: Tey, ið hava grátið um, at tey ikki skuldu síggja fótbóltslandsliðið spæla stóra dystin í Hannover mikudagin móti Týsklandi, kunnu nú turka tárini!
Tað sá svart út rættiliga leingi, men nú hevur tað eydnast Sjónvarpi Føroya at fáa rættindini til dystin, sum altso verður sendur beinleiðis mikudagin. Sendingin hjá SvF frá dystinum byrjar klokkan 17.15.
Upprunaliga kravið fyri dystin lá um 120.000 krónur, men teir pengarnar átti SvF ikki. Okkum hevur ikki eydnast at fáa at vita, hvør prísurin nú er, men helst er hann dalaður munandi.