Hondbóltur
Í 3-2 sendingini hjá Sjónvarpinum í gjárkvøldið kundi verturin staðfesta, at Sjónvarpið fer at senda beinleiðis, tá føroysku hondbóltsharrarnir í morgin skulu royna seg í Sarajevo.
Hóast heimaliðið her ikki kann fáa stuðul frá vanliga harðmæltu heimaáskoðarunum, so er eingin ivi um, at talan verður um stóran bita hjá okkara monnum, um enn hesin ikki verður heilt so stórur, sum hann var tað mikukvøldið móti Serbia.
Sendingin í Kringvarpinum byrjar klokkan 12.50.
Mynd: Serbia-Føroyar
Tað verða neyvan 21 mál á muni hesaferð, men eingin ivi er um, at talan aftur nú verður um sera stóra avbjóðing hjá føroysku hondbóltsharrunum
Mynd: Álvur Haraldsen