Sjónvarpið sendir beinleiðis

Sjónvarpið fer leygarkvøldið at senda beinleiðis frá hálvfinaluni í Prix Føroyum. Hetta er fyrsta umfarið í hesum Prixnum, sum veruliga verður dekkað í sjónvarpinum

Fimm tímar við tónleiki, kapping og spenningi. Tað fer Sjónvarpið at bjóða hyggjarum sínum leygarkvøldið. Maratonsendingin frá hálvfinaluni í Prix Føroyum byrjar klokkan 21.00, og sambært skránni skal hon varða heilt til klokkan 02.00 sunnumorgunin.
Átta bólkar skulu á pallin at spæla, og tónleikurin hjá øllum hesum átta bólkum verður varpaður út í føroysku stovurnar. Síðani verður bíðað eftir avgerðini í kappingini, sum kemur tíðliga á náttini.
Hetta er fyrsta kappingin í hesum Prixnum, sum Sjónvarpið av álvara dekkar á sjálvum skíggjanum. Sjónvarpið hevur havt onkur smærri innsløg frá innleiðandi kappingunum, men Prix-sendingarnar, sum plagdu at verða, hava ikki verið gjørdar hesaferð.

Netvarp
Ístaðin hevur Sjónvarpið roynt at framleitt netvarp ? tað hava verið innsløg framleidd til at taka niður á telduna umvegis internetið.
Hetta hevur verið ein nýggj roynd at gera tilfar til fremsta málbólkin í Prix Føroyum ? tey ungu. Men nú kunnu eisini tey tilkomnu uttan skjótt internetsamband síggja Prix-framførslur.
Sjónvarpið hevur seinnu árini sent beinleiðis frá sjálvari finaluni í kappingini, og tað fer Sjónvarpið eisini at gera í ár. Men harafturat fáa fólk so eisini hálvfinaluna, har átta bólkar kappast um trý finalupláss, beinleiðis á sjónvarpsskíggjan.
Útvarpið hevur verið við til øll tey innleiðandi umførini, og manningin hjá Útvarpinum verður aftur á staðnum, tá ið hálvfinalan verður í Suðuroynni leygarkvøldið. Útvarpið byrjar eisini at senda klokkan 21.00.