Sjónvarpið og føroyskar sendingar

Tað hevur verið ein afturvendandi spurningur øll árini, vit hava havt sjónvarp, at ov litið hevur verið at gera sendingar fyri.
Eg helt altíð, at SvF byrjaði frá tí skeiva endanum, tá tað fyrst og fremst legði seg eftir tíðindum, og lat sendingar koma í aðru røð

Jógvan Arge, løgtingsmaður fyri tjóðveldisflokkin

.
Serliga tí, at tíðindini gera ikki so nógv út á sendiflatuni sum heilar sendingar og eru heldur ikki eitt so fjølbroytt tilboð, sum sendingar kunnu vera.
Tessvegna hevur heldur ongantíð eydnast at geva SvF ein føroyskan profil á sama hátt, sum tað eydnaðist at geva útvarpinum ein føroyskan profil.
Nú standa vit mitt í tí. Tróndur fer at endurvarpa alt tað, sum hann endurvarpaði í Vørsluni og nakað væl aftrat. Heilar 20 rásir, siga tey.
Uppi í hesum er alt tað, sum SvF hevur dúvað uppá - uttan tey føroysku tíðindini og tær fáu føroysku sendingar, sum sjónvarpinum hevur eydnast at byggja upp eftir næstan 20 árum.

Tað er ikki uttan ivamál at tosa um, at løgtingið skal játta SvF pengar á fíggjarlógini til at gera egnar sendingar fyri. Ein sera viðkomandi spurningur er, um tað er heppið, at løgtingið skal gera av, hvussu nógvar pengar sjónvarpið fær at gera tíðindi og sendingar fyri?

Vit hava øll somul verið vitni til goragangin frá politikarum móti sjónvarpinum í seinastuni, og tað hevur ikki verið sørt, at spurningurin um at skerja møguleikarnar hjá SvF orsakað av tess tíðindaflutningi hevur verið nevndur.

Tað er langt úti, men hóttanirnar eru ein veruleiki, og eftir mínum tykki verða tendensirnir ikki mjúkari, um politikarar sleppa at sita beint á kassanum, sum skal fíggja eitt nú tíðindasendingarnar.

Eg ivist ikki í, at vit skula hava føroyskt sjónvarp, og at vit skula veita tí møguleikar at gera nógvar sendingar.
Eg skjóti tí upp, at hetta verður gjørt á tann hátt, at viðgerðin av tíðindum og aktuellum tilfari í SvF framvegis verður fíggjað av hyggjaragjaldinum.

Sum eitt neyðugt mentanarpolitiskt átak verður játtað ávís upphædd til at gera sjónvarpssendingar fyri, men hendan játtan verður hildin leys av tíðinda- og aktualitetsdeildini hjá sjónvarpinum.

Játtanin fer til ein stovn ella deild, sum suverent hevur við framleiðslu av øllum øðrum sendingum sjónvarpsins at gera.
Tá vissa vit okkum, at pengarnir verða brúktir til sendingar, og at politikarar ikki brúka játtanina til at ávirka tann óhefta tíðindaflutningin, sum er so neyðugur.

Spurningurin um fjølmiðlaábyrgdarlógina eigur sjálvsagt at verða loystur samstundis, so bæði almenningurin og løgmaður vita, hvar tey eiga at venda sær, tá tey halda seg vera illa viðfarin.