Tíðindaskriv frá SvF
Sjónvarpið sendir beinleiðis frá landsdystinum Føroyar-Týskland á Tórsvølli mikukvøldið.
Sendingin hjá sjónvarpinum byrjar klokkan 19.15.
Í sendingini siga Michael Lautrup, Todi Jónsson, John Faxe Jensen og Hans Bache sína hugsan um møguleikarnar hjá Føroyum móti Týsklandi.
Sjónvarpið hevur nógv fólk til arbeiðis, men tað er týska sjónvarpsstøðin ARD, sum framleiðir landsdystin.