? Hetta er alt ov galið. Sleppur Sjónvarp Føroya avstað við hesum, so skal okkara húski rinda 6000 krónur um árið í sjónvarpsgjaldi, og tað er tað bestemt ikki vert!
Soleiðis sigur ein bersøgin Niels Pauli Guðjónsson. Hann er ein teirra, sum í ólukkumát verður raktur av nýggja innkrevjingarháttinum hjá Sjónvarpi Føroya.
Tað er ikki meira enn eitt ár síðan, at øði stóðst av, at sjónvarpsgjaldið hækkaði úr 1600 upp í 2000 krónur. Nú vóru so aftur boð eftir fólki. Sjónvarp Føroya hevur sent bræv út til øll fólk, sum ikki eru skrásett sum hyggjarar. Tað, sum ger sonevndu »hyggjarakanningina« sermerkta er, at nú verða børn, sum búgva heima og eru yvir 18 ár og hava egið sjónvarp, eisini kravd eftir hyggjaragjaldi.
Tað vil siga, at búgva børn yvir 18 ár heima og hava sjónvarp á kamarinum, so skulu tey rinda 2000 krónur í sjónvarpsgjaldi. Býr omman í kjallaranum og hevur sjónvarp, so skal hon eisini rinda.
Ein stór familja
Heima hjá Niels Paula Guðjónssyni við húski býr mamma konuna, sum er yvir 80 ára gomul, tí hon hevur onga aðrastaðni at búgva. Sonurin, sum júst er fyltur 18 ár, býr eisini heima og hevur sjónvarp á kamarinum. Sostatt skal húskið eftir ætlan sjónvarpsins rinda 6000 krónur um árið í sjónvarpsgjaldi. Eitt gott hál, tá hugsað verður um, at tey rindaðu 1600 krónur fyri einum ári síðan.
? Hetta er fullkomiliga hol í høvdið, tí vit síggja okkum sum eitt húski, ið er felags um alt hvønn dag. Vit eta saman og hyggja ofta sjónvarp saman, so tað gevur onga meining, at vit skulu rinda fyri trý. Sjónvarp Føroya er frammanundan einki at reypa av, og slapp eg undan at rinda tær 2000 krónurnar, so gjørdi eg eisini tað. Tað má eg liva við, men at rinda trífalt, tað er ovboðið, sigur Niels Pauli Guðjónsson.
Hann undrast eisini á, at sjónvarpið nýtir ein innkrevjingarhátt og Útvarpið ein annan, hóast talan er um somu lóggávu.
? Ímynda tær, at Útvarpið gjørdi tað sama? So skuldu vit rinda yvir 10.000 krónur um árið í lurtara- og hyggjaragjaldi. Heilt erligt, tað er ov nógv av tí góða, sigur Niels Pauli.
Tulka lógina
Húskið hjá Niels Paula er ikki tað einasta, sum heldur Sjónvarp Føroya hava lopið framav. Yvirhøvur øtast fólk, men tey tora ikki at stíga fram av ótta fyri, at SvF bankar uppá.
Spurningurin er, at um SvF hevur loyvi til at gera, sum gjørt verður. Í lógini um kringvarp verður sagt, at »ongum húski kann verða álagt at rinda meira enn eitt sjónvarpsgjald«. Tað hevur Útvarp Føroya tulkað soleiðis, at eitt húski merkir eitt gjald. Markið gongur við, um ein íbúð verður leigað út.
Sjónvarpið hevur hinvegin valt at fara víðari. Farið verður eftir børnunum og eftir foreldrunum, um tey búgva hjá børnunum og hava egið sjónvarp. Tað hevur fingið ilt í tingfólk, sum tóku málið upp, tá løgtingið hevði ófráboðaðar fyrispurningar á skránni mikudagin.