Hvussu leingi hevur tú arbeitt í Útvarpinum, og hvat dámar tær hetta arbeiði? Hvør er tín høvuðsuppgáva í starvinum, og gert tú aðrar uppgávur eisini?
- Eg byrjaði í Útvarpinum í 1989. Eitt av teimum spennandi tingunum, sum eg var við til tey fyrstu árini, var at leggja lunnar undir "Góðan morgun Føroyar" saman við Dánjali Højgaard. Hetta var ein spennandi tíð. Har var eg eisini vertur í nógv ár. Í 1998 fór eg í Sjónvarpið at arbeiða, og har gjørdi eg ymiskar sendingar og var eisini á Degi & Viku. Bæði í útvarpi og sjónvarpi havi eg arbeitt nógv við ítrótti, og eg var eisini við at leggja lunnar undir ítróttarsendingina 3-2 og var vertur har øll tey fyrstu árini.
Tað sigur Tórður Mikkelsen, sum hvørt mansbarn í Føroyum man kenna, bæði sum útvarps-og sjónvarpsvert.
- Í 2005 blivu sjónvarp og útvarp løgd saman, og síðan tá havi eg gjørt bæði útvarp og sjónvarp. Áðrenn eg fór undir útvarpssendingina - "Við Tórði á túri" - gjørdi eg saman við Jógvan Eli Dam sjónvarpssendingina, "Frætt & Fregnað", har vit ferðaðust kring landið og lýstu ymisk evni, sum tú ikki hoyrdi í tíðindunum.
Tórður Mikkelsen sigur, at beint nú dámar honum væl at gera "Við Tórði á túri". Hann heldur tað vera hugnaligt at koma runt landið og vísa, at okkara lítla land hóast alt er rættiliga fjølbroytt - og at fólk eru uppfinnsom og glað fyri sín heimstað.
- Hóast eg beint nú geri mest útvarp, eri eg eins og áður framvegis við í størri ítróttartiltøkum í sjónvarpinum, og tað er ógvuliga hugaligt. Eg eri eisini við til nýggjárskonsert og onnur størri tiltøk, sum verða víst í Sjónvarpinum. Mær dámar báðar miðlarnar væl og haldi sjálvur, at báðir falla mær nokso lætt.
Tórður Mikkelsen sigur, at beint nú ger hann sum kunnugt sendingina "Við Tórði á túri", og hon er tíðarkrevjandi og fer stórum parti av arbeiðstíðini. Hann brúkar nógva tíð til at vitja plássini og velja evnini, og annars er tað í klippingini, at sendingin verður skapt.
Er Útvarpið nógv broytt hesi árini, tú hevur verið í starvi hjá stovninum?
- Ja, alt er nógv broytt. Serliga er tað tøknin, sum hevur broytt arbeiðið nógv. Fyrr tóku vit upp á band, og alt skuldi klippast manuelt. Í dag verður alt klipt á teldu, og tað ger tað munandi lættari.
Hvat hevði tú gjørt øðrvísi, um tú hevði leiðsluábyrgd í Útvarpinum?
- Nú arbeiði eg nógv fyri meg sjálvan og ferðist nógv um landið, men mær tykir, at huglagið á stovninum er nógv betri nú, enn tað var fyri nøkrum árum síðan. Eg haldi, at fólk yvirhøvur eru góð við hvørt annað.
Tórður Mikkelsen heldur, at um hann var í leiðsluni, hevði hann roynt at fingið fleiri sjónvarpssendingar á skrá. Hann heldur, at sjónvarpsparturin avgjørt er tann, sum hevur bløtt mest av samanleggingini, sum fór fram yvir náttina.
- Men, so má eg eisini skunda mær at siga, at vit í seinastuni hava havt nógvar góðar dokumentarsendingar, leggur hann aftrat.
Hann vísir á, at fyrsta dagin verður nýggi tilbygningurin tikin í nýtslu, og tað fer at bøta um sera trongu hølisviðurskiftini, síðan stovnarnir vórðu lagdir saman.
- Men, parkeringsviðurskiftini hjá Kringvarpinum og grannanum Norðurlandahúsinum eru út av lagi vánalig. So, eg - sum leiðsla - hevði lagt doyðin á at fingið eitt nýtt og stórt parkeringspláss. Tað hevði tænt bæði starvsfólkunum og ikki minni okkara viðskiftafólkum. Verandi støða við parkering er ótolandi.
Hevur tú nakra yndissending, sum tær serliga dámar at lurta eftir?
- Eg lurti eftir øllum, tá møguleikin er. Men, tíverri er tað soleiðis, at tá ein sjálvur arbeiðir í Kringvarpinum, er tað alt ov ofta, at tú ikki hoyrir sendingar, og enn havi eg ikki vant meg nóg væl við at lurta á netinum. Men, sunnumorgun hoyri eg næstan altíð Credo, og eitt nú dámar mær væl spurnarkappingina Á Quiztinum, sigur Tórður Mikkelsen.