Sjónvarp til føroyingar í Danmark

Tíðindaskriv

»Føroya Hornið« er ein sjónvarpssending, ið millum annað sýnir mentunnarlig, ítróttarlig og sosial tiltøk millum føroyingar í Danmark

Føroya Hornið, ið vendir sær til bæði lesandi, arbeiðandi og pensionistar o.s.fr., er at síggja hvønn fyrsta og triðja leygardag í mánaðinum millum kl. 11.30 og 12.00 á Københavns Kanal.
Í løtuni er tað sjálvandi føroyska løgtingsvalið, ið hevur størsta áhugan millum hyggjararnar.
Aftan fyri komandi sendingar stendur nú ein redaktión. Í henni sita Niels Salmony, sølustjóri, Martin Fjallstein, leiðari í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, Kári Mikkelsen, journalistur, Erik Koch Jørgensen, sjónvarpsframleiðslustjóri og Kim Bay, sjónvarpsupptøkumaður. Persónar, ið hvør á sínum øki hava drúgvar royndir í til dømis sjónvarpsarbeiði, samskifti, leiðslu og peningaviðurskiftum.
Tørvurin á eini sjónvarpssending millum føroyingar í Danmark hevur leingi verið eitt ynski, sum nú er vorðið veruleiki. Longu nú verður Føroya Hornið stuðlað av kendum føroyskum fyritøkum sum Atlantsflog, Smyril Line og Føroya Sparikassa.
Fyri at Føroya Hornið kann halda fram og gerast betri, hevur sendingin brúk fyri framhaldandi stuðli. Tí hevur manningin vent sær til aðrar føroyskar fyritøkur fyri at søkja um stuðul.
Fleri upplýsingar ella viðmerkingar kunnu fáast við at venda sær til ein av stigtakarunum: Niels Salmony, fartlf. 0045 23 37 13 67, teldupostur:
salmony@jwn.dk