Sjónvarp gjøgnum internetið er ein avbjóðingin

Tað liggja nógvar avbjóðingar fyri framman hjá Føroya Tele, sum seinastu árini hevur gjørt fleiri rationaliseringar, og sum í dag verður rikið við 30 starvsfólkum færri, enn fyri tveimum árum síðani.

Kristian Davidsen, stjóri á Føroya Tele, fegnast í dag um ársúrslitið fyri 2011, sum vísir eitt avlop upp á 51 milliónir krónur.

– Tað hevur verið eitt gott ár í mun til lakara árið frammanundan, sum var merkt av niðurskrivingum. Tær eru so ikki við í ár, og saman við teimum effektiviseringum, sum eru gjørdar í felagnum, so koma vit til hetta góða úrslitið, sigur Kristian Davidsen, stjóri.

Kristian Davidsen sigur, at nógvar avbjóðingar eru fyri framman.

– Tað eru øki hjá okkum, sum vit í dag tjena pengar uppá, sum vit ikki fara at tjena eins nógv upp á í framtíðini, meðan tað eru onnur øki, sum fara at geva meira, sigur Kristian Davidsen.

Ein av hesum nýggju inntøkukeldunum, sum liggur beint fyri framman er sjónvarp gjøgnum internetið.

– Hetta er ein tænasta, sum hevur vundið nógv upp á seg uttanlands, og sum eisini fer at vinda nógv upp á seg í Føroyum, sigur Kristian Davidsen.

Av nýggjum virkisøkjum hjá Føroya Tele nevnir Kristian Davdisen eisini telesamskiftið til oljuvinnuna í Norðsjónum, har felagið herfyri gjørdi sáttmála.

– Her eru góð útlit til at menna hetta samstarv víðari, men hetta er eitt arbeiði, sum tekur tíð, men vit hava fokus á hetta alla tíðina, og hesum vænta vit okkum meira av í framtíðini, sigur Kristian Davidsen.

Fartelefonin er ment nógv seianstu árini – og serliga síðan Apple kom við iPhone í 2007 er ein stór menning farin fram.

– Her er tað serliga tað, sum er á mobila breiðbandinum, sum er avbjóðingin. Har er ein ørgrynna av applikatiónum, sum vit kunnu brúka til fartelefonina. Tað týdningarmesta hjá okkum er at hava góðar nettænastu og at veita góða atgongd til hetta mobila breiðbandið, so kundin fær brúkt hesar smartu telefonirnar, sum nú koma, sigur Kristian Davidsen, sum fegnast um bjørt útlit.

– Vit hava góð starvsfólk, su meisini framyvir kunnu taka tey tungu tøk, sum fara at koma, tí úrslitini koma ikki av sær sjálvum, sigur Kristian Davidsen.