Sjónligari Postverk

Sofus Clementsen er nýggi stjórin í Postverki Føroya, hann tók við starvinum 1. oktober.


Hansara ætlanir eru, at gera Postverkið meira sjónligt við at veita nýggjar og betri tænastur. Hann vil tó ikki avdúka hvørjar tænastur talan er um.
- Postverkið sum heild skal gerast meira sjónligt, ikki bara stjórin. Starvsfólkið skal vera meira sjónligt, og vit vóna at kunna fáa tað image, at vit veita eina góða tænastu, har vit hava trúvirði og standa fyri góðsku, sigur Sofus Clementsen.