Sjónligar flytingar í sjálvstýrismálinum

Samfelagsfrøðingurin, Jógvan Mørkøre, heldur at fráboðanin til ST er ein staðfesting av einum nýggjum valdsbýti í føroyskum sjálvstýrispolitikki.  Søguliga hava verið tveir sjálvstýrisflokkar og tveir heimastýrisflokkar, men nú er Fólkaflokkurin endaður í heimastýrisleguni. Hetta hevur við sær, at Tjóðveldisflokkurin stendur einsamallum sum sjálvstýrisflokkur, sigur hann

 Vit skulu ikki meira enn góð tvey ár aftur, tá Javnaðarflokkurin á landsfundi í 2003 samtykti, at Heimastýrislógin ongantíð ov skjótt skuldi útskiftast. Flokkurin legði upp til ein nýggjan sáttmála millum Føroyar og Danmark. Henda ætlan má sigast at vera beinleiðis í andsøgn við fráboðanina til ST, sum staðfestir Heimastýrislógina sum okkara skipan, og at vit eru undir donsku grundlógini, heldur Jógvan Mørkøre samfelagsfrøðingur.
Samfelagsfrøðingurin hevur fylgt gjøllað við kjakinum, sum hevur tikið seg upp í Føroyum í kjalarvørrinum av fráboðanini hjá donsku stjórnini um uttanríkislógina til ST. Jógvan Mørkøre sigur seg serliga hava bitið merki við, hvussu Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum hava flutt seg sjálvstýrismálinum seinastu árini.
 Javnaðarflokkurin hevur søguliga verið ein heimastýrisflokkur burturav, men á landsfundinum í 2003 vóru avgjørt broytingar at hóma. Flokkurin segði bart út, at Danmark og Føroyar áttu at vera tvær tjóðir og tvey javnsett lond í einum nýggjum sáttmála, greiðir Jógvan Mørkøre frá.
Hann vísir á, at tað var serliga táverandi skrivarin hjá flokkinum og núverandi landsstýrismaðurin, Hans Pauli Strøm, sum var heitur forsprákari fyri hesum uppskoti á Grundlógarstevnuni í mars 2003. Formaður floksins, Jóannes Eidesgaard, sum var talsmaður hjá Javnaðarflokkinum í sjálvstýrismálum, segði eisini alment, at uppskotið hjá Hans Paula Strøm var í tráð við sjálvstýrispolitikkin hjá flokkinum.
Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um nýggjan sáttmála millum Danmark og Føroyar, sum skuldi avloysa Heimastýrislógina, varð undir valsstríðnum 2004 lagt á hillina, og nú vit skriva januar 2006 eru hesar ætlanir tagnaðar burtur.
Tað er ikki bert Javnaðarflokkurin, sum hevur flutt seg í sjálvstýrismálinum síðan 2003. Sambært Jógvani Mørkøre hevur Fólkaflokkurin eisini flutt seg nógv.
Skift hest
 Fólkaflokkurin hevur altíð verið noyddur at raðfesta, hvørt flokkurin ynskir at streingja á sjálvstýriskós ella um størri orka skal leggjast í borgarliga politikkin. Hetta valskeiðið er tað týðuligt, at borgarligi politikkurin verður raðfestur fremri.
Samfelagsfrøðingurin vísir á, at Fólkaflokkurin veruliga hevur repað seglini á sjálvstýrisleið. Hann greiðir frá, at flokkurin fór á val í 1998 við sonevnda íslendska leistinum í skjáttuni. Íslendski leisturin legði upp til ein nýggjan sáttmála, har danir viðurkendu føroyingar sum ein javnbjóðis part. Sáttmálin skuldi eisini tryggjað føroyingum frælsi at fara úr ríkisfelagsskapinum, tá føroyingar ynsktu tað.
 Formaður í tingbólkinum, Jørgen Niclasen, gjørdi ta niðurstøðu á seinasta landsfundinum hjá Fólkaflokkinum, at hann metti, at sjálvstýrismálið við yvirtøkulógini og uttanríkislógini nú var tikið heim til Føroya. Fólkaflokkurin hevur hetta valskeiðið verið rættiliga spakførir í sjálvstýrismálinum, og siga óvanliga lítið um konkretu støðuna viðvíkjandi ST-fráboðanina, vísir Jógvan Mørkøre á.
Hann leggur afturat, at sjálvstýrispolitikkurin hjá Fólkaflokkinum í løtuni er eitt framhald av Tvøroyraskjalinum, sum Anfinn Kallsberg og Anders Fogh Rasmussen undirskrivaðu í 2001. Við øðrum orðum er íslendski leisturin og nýggi sáttmálin útskiftur við tvøroyarskjalið, sum legði upp til, at heimasstýrislógin skuldi tømast.
Jógvan Mørkøre vísir á, at flytingin hjá Fólkaflokkinum viðførir eitt nýtt valdsbýti í føroyskum sjálvstýrispolitikki.
 Søguliga hava verið tveir sjálvstýrisflokkar og tveir heimastýrisflokkar. Javnaðarflokkurin førkaði seg móti sjálvstýrisflokkunum í 2003, men nú er støðan grundleggjandi broytt. Javnaðarflokkurin hevur flutt seg aftur, og Fólkaflokkurin er komin við í heimastýrisleguna. Sum støðan er í løtuni eru tríggir heimastýrisflokkar, meðan Tjóðveldisflokkurin stendur einsamallur eftir sum sjálvstýrisflokkur, sigur hann.
Streingja ikki á
Á vári 1998 var aðalorðaskiftið á fólkatingi um føroyska sjálvstýrispolitikk. Táverandi forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen segði seg ikki vilja ganga føroyska ynskinum um fullveldi ímóti, men mælti føroyingum heldur til at troyta teir møguleikar fyri øktum føroyskum sjálvstýri, sum vóru undir kørmunum av grundlógini og Heimastýrislógini.
Jógvan Mørkøre heldur, at støðan hjá føroyska sjálvstýrismálinum í 2006 líkist nógv tí tilmæli, sum Poul Nyrup Rasmussen mældi til í 1998.
 Samgonguflokkarnir tykjast ikki vilja stórvegis á sjálvstýrisleið. Teir virka til at vera endaðir í tí sporinum, at teir eru nøgdir við at hava tryggja føroyingum møguleikan at loysa, men hvørgin flokkur sigur seg vilja nakað meir enn tað, sigur samfelagsfrøðingurin.
Vit tora ikki
Jógvan Mørkøre heldur, at stríðið um føroysku og donsku viðmerkingar í uttanríkislógini lýsir ómetaliga væl dupultu støðuna hjá føroyingum í sjálvstýrismálinum. Hann hevur hug at samanbera ymisku lógirnar við tær báðar ymisku heimastýrislógirnar, sum vórðu samtyktar í 1948. Í føroysku útgávuni av Heimastýrislógini verða føroyingar kallaðir fyri tjóð, meðan danir nevna okkum fyri eitt "selvstyrende folkesamfund". Hann heldur tað burturvið, at vit lata danir samtykja eina útgávu, meðan vit lata sum um at vit meina nakað annað.
 Vit kunnu áhaldandi grenja um, at danir ikki vilja viðurkenna okkum sum tjóð, men grundleggjandi trupulleikin er, at vit sjálvir ikki gera tað. Soleingi vit ikki viðurkenna okkum sjálvi sum eina tjóð politiskt, hevur tað við sær, at vit ikki vilja vera ein tjóð í stóra heimi, heldur hann.
Hóast røddir hava verið frammi um at senda eitt mótmæliskriv til ST um, at bert tær donsku viðmerkingarnar vórðu sendar við, væntar Jógvan Mørkøre ikki, at tað verður til nakað sum politiska landslagið sær út í Føroyum í dag.
 Kemur ikki eitt mótmæli úr Føroyum, endurtaka vit dupultu taluna frá 1948. Vit sláa okkum til tols við, at vit hava okkara viðmerkingar, men tað eru tær donsku, sum eru galdandi úteftir. Her er ikki talan um javnbjóðast partar, sum flestu flokkar annars siga seg vilja virka fyri, vísir Jógvan Mørkøre á.
Grønlendskur leisturin
Tá fullveldislandsstýrið legði til brots æt gandaorðið í stóran mun íslendska leisturin. Jógvan Mørkøre heldur, at núverandi leistur á sjálvstýrisleið kann kallast fyri grønlendski leisturin. Hann sipar til, at føroyingar eins og grønlendingar hava roynd í veru seg til tols við at vera undir grundlógini og teimum kørmum, sum heimastýrislógin gevur.
 Í praksis hava vit nýtt sonevnda grønlendska leistin í stillum. Hetta sæst best aftur í teimum fiskivinnusamráðingum, vit hava luttikið á, og tá markið við Bretland skuldi fáast upp á pláss. Nýggju uttanríkisheimildarnar geva ikki so nógv meira enn tað, vit høvdu frammanundan. Leisturin, vit nú hava valt, hava grønlendinga nýtt í fleiri ár. Teir sleppa at hitta ríkisleiðarar í øðrum londum og sleppa at sita til borðs, tá samráðingarnar eru. Hetta fer alt fram undir donsku grundlógini, og tað er har vit eru í dag. Tað er eisini rættiliga sigandi, at Føroyar og Grønland verða settar saman, tá danska stjórnin fráboðar ST um uttanríkislógina, heldur hann.