Sjómannadagur
Tað er vorðið meira vanligt, at almennir stovnar hava hug at vísa seg frá eini aðrari - og meira ”opnari” síðu - enn teir áður hava gjørt. Hetta er líkasum vorðið partur av einum nýggjum samleika.
Tá fiskivinnuframsýning var í høvuðsstaðnum fyrr í ár, hevði Havstovan bás á framsýningini.
Nú sjómannadagur var í Klaksvík í dag, hevði Havstovan Magnus Heinason liggjandi í Klaksvík, har fólk høvdu høvi at vitja umborð.
Umborð á skipinum fingu áhugaði at vita, hvussu ymisk kanningarúrslit verða fingin til vega, og eisini vórðu ymisk filmsbrot víst.
Fólk fingu kunnleika um ymisk fiskasløg, hvat fiskur etur, og hvørja útgerð Magnus Heinason brúkar í sínum kanningum.
Havstovan nýtti eisini hetta høvi at siga frá um ætlaða havrannsóknarskipið.










