- Hetta forbannaða lívið hevur einki endamál. Helvitis lort.
Sjónleikarin Hjálmar Dam situr og mutlar fyri seg sjálvan. Einsamallur inni í sínum lítla kamari. Hann hevur stíva kenning. Gremur seg um sítt forbannaða lív. Fjálturstungin hyggur hann at akvavit-fløskuni, sum skjótt er tóm. Trýstir ballstubban í øskubikarið. Jú, hann skal hava ein afturat. Hann kulkar tað seinasta í einum. Soleiðis. Aftur í dag hevur hann gjørt enda á einari brennivínsfløsku. Hann roynir spakuliga at koma á føtur. Má finna fótafestið. Og so skinklandi inn í sovikamarið.
Orkaði ikki meira
- Eg var mitt í fúlari depressión. Men tíbetur útsetti eg deyðan.
Hjálmar Dam, sjónleikari, festir sær í eitt ball, steðgar á og letur roykin blanda seg við orðini, sum hanga í luftini. Tað angar av nýgjørdum kaffi úr koppinum. Vit sita í Sjónleikarahúsinum í Havn, har havnarmaðurin álvarsamur greiður frá.
30 ára gamli Hjálmar Dam er í løtuni ein av bjartastu stjørnunum á føroyska sjónleikapallinum. Púra óroyndur trein hann fyri fyrstu ferð á pall 24 ára gamal, og síðan hevur hann bergtikið áskoðarafjøldir við leikum sum Kardamummubýurin, Verkætlan Laramie, Klintrimús og Tornarósa. Men aftan fyri stóru succes’ina, situr ein havnarmaður, sum fyri bara hálvum øðrum ári síðan var fullkomiliga í sorli sálarliga. Tankarnir um at gera enda á sær sjálvum vóru honum sera nær. Men áhaldandi uppgávur frá sjónleikinum hildu honum á lívi.
Í 2008 ætlaði Hjálmar at flyta til Danmarkar. Hann hevði søkt inn á sjónleikaraskúla og droymdi um eina lukkuliga tilveru á flatlondum, har hann slapp at royna seg í dreymastarvinum sum sjónleikari. Í upptøkuroyndini skuldi forelskaði Hjálmar spæla eitt brot úr kærleiksleikinum Romeo & Julie. Men tað gekk snøgt sagt av skriðuni. Hann og táverandi unnustan vóru sama morgunin farin frá hvørjum øðrum, og Hjálmar var alt annað enn romantiskur, tá hann sýndi fram fyri dómarunum. Ikki óvæntað varð hann vigaður og funnin ov lættur. Alt var farið í sor.
Hann var ikki meira enn komin aftur til Føroya, tá hann fór at drekka illa. Vanliga eina fløsku hvørt kvøld. Í seks samfullar mánaðir. Akvavit og gin.
- Eg sá einki endamál og livdi í svartasta vónloysi. Eg visti væl, at tað var heilt ótrúliga vánaligt, ræðuliga egoistiskt og ómetaliga feikt at geva upp. Men tá tú er í støðuni, hugsar tú ikki um tað. Tú vil bara sleppa burtur, sigur Hjálmar.
Sjálvmorð hvørt kvøld
Sjónleikurin vísti seg at gerast bjargingin. Hann fekk aftur og aftur bjóðað leiklutir í ymsum leikum. Soleiðis flutti hann seg spakuliga frá brennivíninum og tunglyndinum.
- Tá John Rimsted ringdi til mín um sína verkætlan við Karrybollunum, stúrdi hann fyri íløguni í filmin. Hvat nú, um onkur doyði, spurdi hann. Eg segði honum, at tað skuldi hann ikki hugsa um. Eg havi ongantíð runnið frá mínum uppgávum, og soleiðis útsetti eg deyðan so hvørt.
Hjálmar Dam fortaldi fáum um sínar trupulleikar. Merktur av tunglyndi fór hann í september í fjør undir at seta upp leikin 4:48 Psykosa, sum viðgjørdi evnið sjálvmorð.
Í høvuðsleiklutinum sum sjúklingurin royndi Gunnvá Zachariasen at draga áskoðaran inn í støðuna, tá fólk eru á deyðastrá. Hjálmar spældi lækni hjá sjúklinginum.
- Tað var ræðuligt. Kvøld eftir kvøld skuldi eg spæla persónurin, sum vantaði í mínum lívi. Tað sleit sinnið at síggja Gunnvá Zachariasen skrála um helviti á jørð og sjálvmorð. Men tað høvdu hon ella hini ikki hóming av. Tey vistu av ongum. Eg hugsaði ofta um at rýma. Men tá var tað fantastiskt at koma heim til Hannu, mína lívsglaðu, positivu og elskaðu gentu, sigur Hjálmar.
Ongan samleika
Sum sjálvlærdur sjónleikari hevur Hjálmar Dam krógvað seg fyri fjøldini í fleiri leiklutum. Tá hann verður biðin um at lýsa seg sjálvan, hevur hann ilt við at svara. Hann hvørvur inn í sínar egnu tankar og fer leitandi at greiða frá.
- Satt at siga, so veit eg ikki. Eg havi ongan identitet. Eg dugi ikki at siga tær, hvør maðurin, sum eg síggi í speglinum hvønn morgun, er. Men eg veit, at eg livi gjøgnum eyguni á øðrum og verði firtin, um tey definera meg skeivt. Eg dugi ikki at taka móti beinleiðis røðu. Tí hvørvi eg oftast, tá takkarrøður og slíkt er á skránni. Hinvegin verði eg glaður, tá eg hoyri umvegis míni næstu, at eg havi staðið meg væl. Eg vil fegin vera almennur, men samstundis anonymur. Eg ræðist flestu avbjóðingar, men taki av teimum kortini. Tað er kanska tí, eg eri sjónleikari, sigur hann.
Sum tannáringur lýsir Hjálmar Dam seg sjálvan sum eitt “ókekkað fokkhøvd,” sum hann tekur til. Hann hevði ilt við at støðast nakra staðni, men rak fyri vág og vind. Hann rann úr einum arbeiði í annað, tí hann ongantíð treivst á sama stað serliga leingi. Men síðan hann fekk fótin innum í sjónleikarayrkinum, hevur hann, umframt at spælt, fingist við at smíða og málað pall í Sjónleikarahúsinum í Havn.
- Eg havi altíð verið leitandi. Higartil uttan stórvegis úrslit. Eg vil ikki gerast fastur í eini skipan, tí skipanir gera robottar. Tað tími eg ikki. Eitt nú havi eg seinastu tvey árini spælt fleiri barnaleikir. Tað er hugurin ikki til longur. Sjónleikur er eitt fjøltáttað arbeiði, har eg alla tíðina merki framgongd. Men eg havi altíð ansað eftir, at eg ikki verði nøgdur. Strembanin eftir nøgdsemi er drívmegin, sigur Hjálmar.
Undirhelt sum skóti
Hjálmar Dam var í fleiri ár sera virkin sum skóti. Men í 2004 gjørdi hann av at veittra grønu skótaklæðunum farvæl fyri at trína á pall. 24 ára gamal setti hann hol á eitt nýtt kapittul í lívinum.
Elin á Rógvi vantaði ein sjórænara til ein leik á ólavsøku fyri skjótt seks árum síðan, tá óroyndi Hjálmar Dam tók av tilboðnum, sum seinni vísti seg at kollvelta hansara lív.
Fáar mánaðir seinni sendi Elin á Rógvi aftur boð eftir honum. Hesa ferð til ein av høvuðsleiklutunum í Kardamummubýinum. Við 62 sýningum gjørdist leikurin ein brakandi succes, og Hjálmar hevði longu staðfest sítt navn sum sjónleikari í Føroyum.
- Eg plagdi at undirhalda til árligu skótaveitslurnar. Eg haldi tað gekk væl, tí fólk flentu. Annars hevði eg ikki fingist við sjónleik. Soleiðis er lívið so tilvildarligt. Uttan at hava stríðst fyri tí, var møguleikin har. Tað er órættvíst, men eg eri ótrúliga takksamur fyri tað nú, hugleiðir Hjálmar.
Hann minnist, at floksfelagarnir í Hoydølum dúgliga plagdu at júka hann um at fara til upptøkuroynd til sangleikin Skeyk, sum varð sýndur í Norðurlandahúsinum í 1997. Hóast hann hevði hug, vendi hann aftur, tá hann frætti, at tú bæði skuldi syngja og dansa.
- Men eg havi nærum ikki gjørt annað enn at dansa og syngja sum sjónleikari, sigur hann skemtandi.
Kukkaði í buksurnar
Hjálmar Dam hevur sum sjónleikari bæði staðið í berum undirbuksum á palli og sleikt konufólktær á filmi. Men spurdur, hvør hansara pínligasta løta á palli er, svarar hann:
- Eg havi eina ferð kukkað í buksurnar á palli. Tað havi eg ongantíð sagt nøkrum, sigur Hjálmar, áðrenn hann flennir í kíki.
Hann greiðir frá, at hann var við til at seta upp leikin Grease í 2005. Stutt undan steðginum átti hann ein lítlan leiklut. Annars syrgdi hann fyri at draga tjaldið frá og fyri, tá pallskiftini vóru. Ein uppgáva, sum hann ikki kundi renna undan.
- Eg var sjúkur í búkinum, og av tí at eg stóð og spenti so nógv, havi eg fingið reyvabøllar av stáli. Men eina ferð noyddist eg at loysa frá. Eg fór á pallin við kukki í buksunum og royndi at spæla sum frægast. Tá steðgurin kom, rann eg á vesið. Undirbuksurnar sá eg ongantíð aftur. Tær fóru í ein posa og vórðu tveittar í ruskspannina, sigur Hjálmar.
Tikið fyrsta stigið
Meðan hann soleiðis situr og greiðir frá er torført at hugsa sær, at fryntligi sjónleikarin fyri hálvum øðrum ári síðan ikki hómaði nakað ljós nakrastaðni. Hann tykist vera væl fyri.
Tað er nú heldur ikki langt burtur frá veruleikanum. Tí Hjálmar Dam er nú um at ressast aftur. Hann rørir ikki brennivínið í gerandisdegnum, men bara til veitslur. Uppgávan er nú fyrst og fremst at syrgja fyri ikki at enda í somu støðu aftur.
- Tja, hetta er ein byrjan. At tosa um tað. Veruleikin er, at nærum øll kunnu verða rakt av tunglyndi, strongd og øðrum. Ætlar tú at ganga við tí sjálvur, verður tú annaðhvørt eitt sterkari menniskja ella, sum meira sannlíkt er, í einari gummisellu proppfullur av medisini. Eg havi í alt ov langa tíð valt fyrru loysnina av ótta fyri hinum. Men eg hvørki orki ella tími meir. Eg havi fólk uttan um meg, sum vilja hjálpa mær. Tað havi eg altíð havt. Munurin er nú, at eg so spakuliga velji at taka av, sigur Hjálmar Dam, sjónleikari.
Sagt og skrivað um Hjálmar Dam:
- Fyri meg er tann stóra stjørnan í filminum Hjálmar Dam. Hann er einanstandandi. Føroya besti sjónleikari.
Hallur Hjallgrímsson, framleiðari av Karrybollinum, í Mess
- Sum altíð snubbar Hjálmar Dam fokusið frá øðrum við sínum avbera snildu leikaragávum.
Beate Samuelsen, sum ummældi leikin Tornarósa í Dimmalætting
- Tað er eingin ivi um, at tað er Mikkjal Revur, ið er tann mest eyðsýndi figururin í leikinum um Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskógi í Sjónleikarahúsinum, og Hjálmar Dam spælir leiklutin meistarliga væl
Terji Nielsen, sum ummældi leikin Klintrimús í Dimmalætting
- Hjálmar Dam megnar sera sannførandi at lýsa núansurnar í harðrenda lásasmiðinum Klestjs.
Mikkjal Helmsdal, sum ummældi leikin Náttarherbergið í Sosialinum
- Ikki minst Hjálmar Dam, sum hevur eina ótrúliga karisma í leikinum. Tú vamlast næstan av hesum leiklutinum, sum við sínum starandi flytandi eygum minnir um senur frá klassiska Cubrick-filminum Clockwork Orange. Hjálmar dugir eisini at syngja.
Finnur Jensen, sum ummældi leikin Hørpuríma í Sosialinum
FAKTA HJÁLMAR DAM
Aldur: 30
Parlagstøða: Damu
Arbeiði: Smíðar og málar pall og sjónleikari