Nú Tórshavnar kommuna hevur hundrað ár á baki sum fólkavald kommuna, hava Havnar Sjónleikarafelag og Tjóðpallur Føroya samstarvað um ein leik – ella myndir úr Havn - ið tey hava sett saman sum eina heilsu til høvuðsstaðarkommununa á ólavsøku.
- Bæði Havnar Sjónleikarafelag og Tjóðpallur Føroya hava gott samstarv við Tórshavnar kommunu, sum stuðlar okkum væl. Nú kommunan hevur hendan ársdag, eru vit farin til verka.
Jenny Petersen, leiðari í Tjóðpalli Føroya, sigur, at eitt av teirra høvuðsmálum er at stimbra áhugafeløg kring um landið, og í hesum førinum hava tey latið leikstjórar, sum eru Ria Tórgarð og Barbara Christophersen, til leikin ella myndirnar, sum fyrstu ferð verður sýndur í Sjónleikarahúsinum ólavsøkuaftan klokkan 20.
Pallsamstarv
Tjóðpallur Føroya sendir soleiðis leikstjórar út til áhugafeløg, og samstundis eru áhugaleikarar eisini við í leikum hjá Tjóðpalli Føroya. Á henda hátt fæst ein synergi-effekt í føroyskan sjónleik.
- Vit hava skilt, at eingin var áhugaður í at gera kabarett í ár, og tí vendi Havnar Sjónleikarafelag sær til okkara um íblástur.
Jenny sigur, at umframt at veita sjónleikarafelagnum leikstjórar, er tað Mina Reinert, sum í samráð við leikararnar hjá Havnar Sjónleikarafelag, ið skrivar uppskotini til smáu brotini í leikinum.
- Katrin Bonde er búnasniðgevi hjá okkum, og hon stendur fyri klæðunum hjá leikarunum. Sjálvum pallinum og pallmyndunum tekur Anna Suffía Egilstrøð, sum er í nevndini í Havnar Sjónleikarafelag, sær av.
Ymiskar hendingar
Ria Tórgarð sigur, at »Postkort úr Havn« verður ein fínur leikur, sum hon tekur til. Hetta verður bæði lætt, stuttligt og eitt sindur nostalgiskt.
- Leikurin ella myndirnar snúgva seg um hendingar í Havn í áttati-og nítiárunum og upp til okkara dagar. Tað er nógv hent hesi árini. Samskiftistøknin er nógv ment, og fólk eru vorðin meira tilvitað.
Leikstjórin sigur, at tey hava havt ein bólk á eini 10-12 fólk, sum í fyrsta lagi hevur verið mannaður við limum úr Havnar Sjónleikarafelag. Hesi hava so tosað saman um hugskot, hvørji evni hóskandi eru at taka upp í ymisku tíðarskeiðunum, og síðan hevur Mina Reinert verið við og hevur gjørt síni uppskot til rammusøgurnar fyri at fáa alt at hanga saman.
Eisini hugvekjandi
Hon vísir á, at tó at leikurin – ella myndirnar – í flestu førum eru ógvuliga lættar og stuttligar, verður eisini nomið við álvarsomu kreppuna, sum rakti Føroyar fyrst í nítiárunum.
- Í flestu førum snýr framførslan seg um at minnast aftur á tað, sum hendi. Talan verður um skemt og nostalgi – hvørt um annað, leggur hon aftrat.
Ria Tórgarð sigur, at einir 17 leikarar verða á pallinum umframt einir 3-4 tónleikarar, sum fara at spæla aukustiskan tónleik.
Myndir úr Havn verða eisini sýndar í sambandi við stuttu brotini so hvørt, sum leikurin gongur, og eitt nú eru myndir av fleiri handlum í høvðsstaðnum.
- Fyrsta sýning verður í Sjónleikarahúsinum ólavsøkuaftan klokkan 20, og onnur verður ólavsøkudag – eisini klokkan 20, sigur annar leikstjórin til »Postkort úr Havn«.










