Sjónleikur og drama fyri børn

Hvønn hósdag í vetur verður møguleiki hjá børnum at ganga til sjónleik og drama í Sjónleikarhúsinum í Havn

Byrjað verður hósdagin 1. oktober 1998 og endað verður við framførslu í mai 1999.

Arbeitt verður í tveimum bólkum. Tey yngru (9-11 ára gomul) møta frá 15 - 17, og tey eldru (11-13 ára gomul) møta frá kl 17 - 19.

Leiðari verður Hedvig Westerlund