Í dag, Leygardagin verður forvitnisligur barnaleikur í nýggja Kommunuskúlanum í Kongagøtu í Havn Leikurin eitur Fjøri Mítt og byggir á ævintýrið Vakurleikin og Beistið. Leikurin er ein finurlig frásøgn við sjónleiki, dansi, tónleiki, nógvum skemti og nakað av sorg. Leikarnir eru Kristina Sørensen, Christopher Hammond, Dánjal á Neystabø og Gunnvá Zachariasen. Leikarnir hava sjálvir skrivað og evnað leikin til og Dánjal á Neystabø hevur skrivað tónleikin, siga sjónleikararnir í tíðindaskrivi.
Fjøri Mítt hevur longu verið úti á nógvum skúlum kring landið og hevur fingið sera góða móttøku. Leikurin er partur av Listaleypinum, sum Norðurlandahúsið skipar fyri og sum er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, kommunur og skúlar við tí endamáli at fáa list út á skúlarnar.
Nú verður so eisini møguligt hjá almenninginum at síggja Fjøri Mítt. Men tað vera bara tvær almennar sýningar og tær verða báðar í dag, leygardagin klokkan 15 og klokkan 17.
Leikurin varar um 45 minuttir, atgongumerki kosta 80 krónur og fáast til keyps við dyrnar ein tíma undan sýning.
Leikurin er um eina gentu, sum ynskir sær eitt súrepli og má fara longu leiðina til slottið hjá ljóta trøllinum at verða.
Trøllið vil hava hana til konu. Sigur hon ja?
Hvat ér við hasum trøllinum?
Er gandur á slottinum?
Hvør er gandaður?