Um vikuskiftið var sjónleikarin Russel Crowe sæddur í Sydney. 52 ára gamli australski sjónleikarin er heimskendur fyri leiklutir í stórum Hollywood-filmum – millum annað í Gladiator.
Onkur hevði tikið mynd av Russel Crowe, meðan hann helt frí, og People Magazine heldur, at sjónleikarin er næstan ikki til at kenna aftur. Útsjóndin er ein heilt onnur, enn fólk kenna frá filmum seinastu árini.
Blaðið heldur, at ein møguleiki til útsjóndina hjá Crowe er, at hann fyrireikar seg til ein komandi leiklut. Ein annar møguleiki kann vera, at Crowe bara tekur sær av løttum.