Sjónleikarhúsið saknar lutir

Tað eru ikki komnir so nógvir lutir inn til marknaðardagin hjá Sjónleikarhúsinum, sum undanfarin ár. Eftir ætlan skal peningurin, sum kemur inn, nýtast til nýggja úthurð og ein leka í køkinum

Áhugin fyri at lata Sjónleikarhúsinum í Havn lutir, er ikki líka stórur í ár sum undanfarin. Enn eru tveir dagar eftir at lata lutir inn, men leygardagin skuldi allir lutir verið komnir á rætta stað, tí tá letur Sjónleikarahúsið dyrnar upp fyri ársins marknaðardegi. Men higartil er talið av lutum langt frá tí, sum plagar at koma inn til marknaðardagin.

- Vit fara kortini at hava marknaðardag, sum vit plaga. Umframt loppumarknað, verður tað við køkutombola, fiskibrunni og kaffi og vaflum, ið vera til keyps. Enn eru tveir dagar eftir, og tað vísir seg ofta at fólk koma í síðstu løtu, so tað kann vera at fólk koma við onkrum spennandi lutum, sigur Karin Djurhuus, næstformaður í nevndini í Sjónleikarhúsinum.

Sjónleikarhúsið tekur í dag og í morgin ímóti klæðum, lutum og innbúgvi. Um okkurt spennandi innbúgv ella lutur kemur inn, verður kanska skipað fyri uppboðssølu. Peningurin, sum kemur inn, skal nýtast til at halda húsið við líka. Júst nú er tað ein leki í køkinum, sum skal bøtast, og hurðin norðureftir skal skiftast út.

- Vit halda, at tey, ið velja at stuðla marknaðardegnum, eru fólk, ið vilja húsinum væl. Tí halda vit tað vera uppá sítt pláss at pengarnir fara aftur til húsið, sigur Karin Djurhuus.

Lutirnir, ið ikki vera seldir, verða sorteraðir eina ferð afturat. Ein partur fer oman í søluna hjá Reyða Krossi, nakað verður koyrt burtur, og ein lítil partur verður goymdur í Sjónleikarhúsinum til árið eftir.