Sjónleikaradystur á palli

Fyri fyrstu ferð í Føroyum er nú høvi at síggja eina framførslu av sonevndum ?teatersport?, har onki er avgjørt frammanundan


Í hesum døgum hava Sjónleikarahúsið og MáF forvitnisliga vitjan av sjónleikabólkinum Tiltanic úr Sveis. Bólkurin spælir eitt serligt slag av sjónleiki, ið kallast ?teatersport?, ið er eitt slag av ítrótti, har tvey lið spæla sjónleik upp móti hvørjum øðrum, og annað liðið vinnur ella tapur.
Áskoðarin er dómari
Í teatersport er onki avgjørt frammanundan. Tí ber ikki til at siga, hvussu sjónleikurin eitur, hvat hann snýr seg um, ella hvussu langur hann verður. Tað, sum hendir á pallinum, verður improviserað ella funnið uppá, júst í tí løtu, leikurin ferð fram.
Áskoðarnir hava ein týðandi leiklut í hesum slagi av sjónleiki. Teir skulu gera av, hvat leikurin skal snúgva seg um, við til dømis at geva leikarnum eitt orð, eitt hugtak ella eina hending, sum leikarnir so skulu lofta og spæla ein leik út frá tí. Áskoðarin skal so gera av, hvat lið hann heldur hevði bestu framførsluna. Meðan spælt verður, skal áskoðarin annaðhvørt vísa sína gleði ella misnøgd ? júst sum í einum fótbóltsdysti.
Sjónleikarítróttur er ein sera væl umtóktur sjónleikaraformur runt um í Europa. Kappast verður millum býir og lond, og hevur Tiltanic vunnið fleiri av hesum kappingunum.
11 sjónleikarar og tónleikarar eru við í Tiltanic. Nakrir føroyskir sjónleikarar koma eisini at luttaka á pallinum saman við Tiltanic
Framførslurnar verða í Sjónleikarahúsinum í Havn hóskvøldið 9. juni kl. 20.00 og í Virkinum á Sandi fríggjakvøldið 10. juni kl. 20.00.
Atgongumerki fáast á Kunningarstovunum í Havn og á Sandi.