Tað vermir um hjarta at síggja fleiri ára arbeiði bera frukt. Og vónandi koma enn fleiri áskoðarir komandi ár.
Men Sjónleikarhúsið liggur alt annað enn stilt fyri tað. Alskyns tiltøk eru fyri framman, nøkur skipa vit fyri sjálvi, meðan onnur verða fyriskipaði av einstaklingum/feløgum, ið leiga seg inn í húsið.
Eitt av komandi tiltøkum er marknaðardagurin, sum Havnar Sjónleikarfelag skipar fyri. Tiltakið var so væleydnað í fjør at avgjørt var at royna at fáa M-dagin í Sjónleikarhúsinum til ein fastan tátt í virksemi okkara.
15. mai verða hurðarnar latnar upp til ein rimmar M-dag í Sjónleikarhúsinum við loppumarknaði, tombola, fiskibrunni og kaffi/køku-sølu. Ætlanin er at hava fleiri umfør av tombola og at fylla brunnin upp við »fiskum« við millumbilum.
Eftir páskir skipar Kyndil fyri einum stórum fleiri-daga tiltaki við m.a. konsertum og dansi.
Um mánaðarskifti mai/juni fer Sjónleikarskúlin hjá MáF á pall við leikinum Peter Pan, har umleið 20 børn í aldrinum 8-10 og 10-12 ár vísa hvat tey saman við Hedvig Westerlund hava fingið burtur úr vetrinum.
Seinni í summar fer BRIM (Ung í Havnar Sjónleikarfela) at vísa hvat teyt saman við Hedvig Westerlund og Petur Jensen hava fingist við í vetur. Nýskrivaður leikur um norðurlendsku Gudalæruna.
Tá komið er út í juli-mánaða er Kabarettin sjálvandi aftur á skránni.
Og meira siga vit ikki frá á hesum sinni.
Vónandi eru fólk eins røsk í ár at lata okkum lutir til loppumarknaðin sum í fjør, og vónandi síggja vit eins nógv glað fólk sum í fjør til M-dagin í Sjónleikarhúsinum 15. mai 1999.










