Sjónleikahugað hittast í Salt

Í annaðkvøld verður roynt at fáa lív í aftur sjónleik í Suðuroynni.

Sjónleikhugað kallað inn til fundar hóskvøldið  í SALT á Drelnesi, har roynt verður at fáa lív í aftur sjónleik í Suðuroynni.

 

 

Stigtakararnir siga, at tað merkist, at áhugi er millum manna fyri sjónleiki í Suðuroynni, og at við Salt eru sera góðar umstøður at venja og framføra, so nú verður ein roynd gjørd at fáa lív í sjónleik í Suðuroynni.

 

 

Fundur verður í Salt hóskvøldið klokkan 19, har fyrireikarar bjóða til kaffi og eitt hugnaligt prát um sjónleik.