Sjóneykuna á film í átta dagar

Leygarkvøkdið verður sjøtur settur á eina viku við hópin av filmum

Leygarkvøldið 24. februar 2018 skipar Norðurlandahúsið aftur fyri Geytanum, tá tvær filmsvirðislønir verða handaðar. BankNordik letur Geytan, sum nú er á 30.000 krónur, og Tórshavnar Kommuna letur Áskoðaravirðislønina, sum nú er á 25.000 krónur. Í ár eru nýggju føroyskir stuttfilmar í uppskoti um Geytan og áskoðaravirðislønina

 

 

Við Geytanum leygarkvøldið verður sjøtil settur á Tóff (Tórshavn Film Festival), sum í átta samfullar dagar setur sjóneykuna á føroyskar, norðurlendskar og altjóða filmar. Hetta er annað árið á rað, at Tóff verður hildin. 

 

 

Uttan at taka nakað framum eitt annað, so byrjar festivalurin við sýningini av filminum "Vetrarbrøður" 25. februar klokkan. 19.30. Hetta er ein frásøgn um brøður - vit fylgja teirra vanum og siðum umframt eini harðligari ósemju millum teir og eina aðra familju. Hetta er ein øðrvísi søga um kærleika, har yngri bróðurin og tørvur hansara at verða elskaður er í brennideplinum.  

 

 

Leikstjórin Hlynur Pálmason hevur vunnið hópin av virðislønum fyri nógv rósta filmin Vetrarbrøður. Eftir sýningina verður samrøða millum leikstjóran og Jan Berg Jørgensen.