At koma inn á gamla Meiaríðið í hesum døgum, er sum at koma aftur í gamla Russland. Fátøk kroysa er sett upp við seks koyggjusengrum, ússaligum borði og ótøttum hurðum, ið grenja, hvørja ferð tær fara upp og aftur. Kring borðið er eitt porkerspæl í gongd. Leikararnir eru klæddir í fátæksligar og ússaligar kloddar, men hýrurin er góður. Onkur hevur hug at stúgva kortini dekan og væl upp í ermuna, men hetta fer ikki ósæð aftur við borðinum, og so kemur rok í.
Jú, sjónleikurin, ið Tjóðpallur Føroya er í gongd við í løtuni sær sera spennandi út. Tey hava arbeitt við leikinum síðani fyrsta desembur í fjør, og nú er alt so smátt við at koma upp á pláss til frumframsýningina mikudagin. Forkvinnan í Tjóðpalli Føroya, Jenny C. Petersen, frøðist um at sleppa at spæla henda leik.
-Hetta er ein veruligur klassikari og ein góður leikur at sleppa at spæla. Søgurnar og persónarnir eru tað týdningarmiklasta, so hetta er bæði spennandi og mennandi fyri sjónleikararnar at royna, sigur Jenny C. Petersen.
Seta sjóneykuna á botnin í samfelagnum
Leikurin fer fram á einum russiskum náttarherbergi í 1902. Har hittast tey, ið eru niðast í samfelagnum; drankararnir, rúsevnismisnýtararnir, tey fátæku, og tey har ongin vón er fyri. Hóast leikurin er skrivaður fyri so langari tíð síðani, og hann enntá hevur verið uppsettur í Føroyum einaferð fyrr av Havnar Sjónleikarafelag í 1950unum sum Úr Sugguni, heldur Tjóðpallur Føroya, at leikurin altíð fer at hava týdning, tí evnið er so alheimskent.
-Vit hava øll hesi menniskju. Eisini her í Føroyum. Tey hava altíð verið til og fara altíð at verða til. Heldur enn at venda blinda eyga til og lata sum um, at alt er so perfekt, so áttu vit at sett sjóneykuna á hetta evnið, sigur Jenny C. Petersen.
Hóast alt kann tykjast dapurt og myrkt í sjónleikinum, so verður eisini onkutíð víst á vónina.
Millum annað í einum broti av leikinum finna tvær syndarligar lagnur saman í vón um, at tey kunnu sleppa burturúr vesaligu tilveruni.
Jenny sigur, at eisini her vísur sjónleikurin á nakað alheimskent.
-Fyri okkum kann tað tykjast sum um, at hesi niðastu í samfelagnum onki annað hava at liva fyri uttan næsta rúsin, men tey hava eisini eins og øll vit onnur vónir og dreymar um eina betri framtíð, sigur Jenny C. Petersen.
Tann beiski veruleikin
Tað er russiski Maxim Gorkij, ið hevur skrivað leikin. Maxim gjørdist foreldraleysur sum átta ára gamal, og livdi eitt sera fátækrasligt lív saman við ommuni og abbanum. Einasta gleðin hann hevði í sínum vaksna lívið var fløskan, og hann royndi enntá at taka lívið av sær sjálvum. Eftir hetta hálsaði hann um, og gjørdist hóast sera lítla skúlagongd ein víðagitin blaðmaður og rithøvundur. Eyðkenni hjá Maxim var, at hann skrivaði um veruleikan, sum hann var, líkamikið hvussu barskur hann var. Hann royndi ikki at gera umberingar fyri menniskjalagnurnar hann hitti, men royndi hinuvegin at lýsa tær uttan glansimyndina og lívslygnina, so tað er ikki heilt av tilvild, at Maxim Gorkij er kendur sum heimsins størsti proletarhøvundur.
Tað er Ria Tórgarð, ið hevur týtt Náttarherbergið úr donskum. Leikstjórnað hevur Kristina S. Hansen, og tað eru David Geyti og Símun Pauli Hansen, ið hava gjørt vøkru ta framúrskarandi pallmyndina. Gjørt teir vøkru búnanar hevur Katrin Bonde, og tað eru Árni Baldvinsson og Kim Hansen, ið taka sær av ávikavíst ljóssetan og tónleikinum. Upptøkur og ljóðmynd hevur Jón McBirnie tikið sær av, og hár og smyrsl tekur Marjun Olsen sær av. Hóast tað eru heili fjúrtan leiklutir, so deilast bara sjey sjónleikarar um teir. Tað eru Bárður Persson, Ria Tórgarð, Súsanna Tórgarð, Hans Tórgarð, Birita Mohr og Hjálmar Dam, ið leika við í sjónleikinum. Umframt hesar kendu sjónleikarar, so er ein nýggj dama at finna í sjónleikarahøpinum hesuferð. Tað er Barbara Christophersen, ið lesur til sjónleikara, og er í starvsroynd á Tjóðpalli Føroya. Frumframsýning verður mikudagin, og tað er avmarkað nøgd av sýningum. Hildið verður upp at at spæla 18. mars.










