Eftir eitt rokaligt heyst er ætlanin, at fundurin í dag verður eitt meira friðarligt forum, har kappingarárið 2009 verður eftirmett.
Eftir at fundurin er settur klokkan 14, verða fimm høvuðsevni á skránni.
Tey eru flytingarvindeyga, kort og leikbann, nýtsla av sjónbandaupptøkum, Aganevndin/málsgongd og eisini er rúm fyri at viðgera steypafinaluna 2009.
Hóast forumið soleiðis er meira friðarligt, kann roknast við hampuliga drúgvum orðaskifti um fleiri av evnunum. Fleiri ferðir í ár hevur verið ónøgd um málsgongdina í ymsum málum, og enn er ikki greitt, hvussu fíggjarliga býtið av inntøkunum frá steypafinaluni í ár varð skipað.










