Sjónbandalag við Lenu

Á myspace síðuni hjá Lenu Anderssen hevur songkvinnan lagt eina sjónbandaútgávu av lagnum Those Eyes Útgávan av lagnum er ein live framførsla í Útvarpinum, og ein vinmaður hjá hjá Lenu hevur gjørt eina myndarøð, ið verður víst afturvið lagnum. Hetta er ein góður møguleiki, at uppliva eina góða live framførslu við frálíku songkvinnuni, og síggja góðar myndir aftur við.

 

Hygg og hoyr á myspace.com/lenamusicroom