Sjónband: Hanus aftur á máltalvuni

Ungi føroyingurin, Hanus Sørensen, hevur fingið eina góða byrjan í Middelfart.

Leygardagin vann Middelfart tryggan 3-0-sigur á Thisted í triðbestu donsku deildini, og ein føroyingur var ímillum málskjúttarnar.

Hanus Sørensen, sum herfyri flutti úr ungdómsdeildini í FC Midtjyllandi til Middelfart, skeyt nevniliga 3-0-málið.

20 ára gamli føroyingurin, sum er uppvaksin í HB, spældi á høgra bakki. Herfyri skeyt hann eisini mál í einum venjingardysti.

Middelfart liggur í løtuni á 7. plássi í 2. division bólki 1, og er tvey stig frá at plássinum, ið gevur uppflytingarspæl.

11 dystir eru eftir at spæla, og næsti dystur hjá Middelfart verður leygardagin á útivølli ímóti Næsby.

Málið hjá Hanusi Sørensen ímóti Thisted sæst í sjónbandinum niðanfyri. (tíð: umleið 3:18)

##med2##