Kim Simonsen
?????
Norðurlenska Bókmentavirðislønin fór til Íslands í ár. Vinnarin varð Sjón, ið vann við skaldsøguni "Skugga-Baldur". Sjón er stytting fyri Sigurjón Birgir Sigurðsson. Hann er føddur í 1962. Longu sum 16 ára gamal fór hann at skriva yrkingar og útkom við bókini "Sýnir" í 1978. Í árunum sum fylgdu útgav hann sjey yrkingasøvn, ið vóru útgivin savnaði í 1986 í bókini "Drengurin með röntgenaugum" (Drongurin við røntgeneygunum). At byrja við útgav Sjón sjálvur sínar bøkur og varð tí kendur sum ein undurgrundyrkjari
Sjón var sum yngri ein partur av bólkinum Medusa, ið var ein bólkur av yngri høvundum í 1970inum og 1980inum, ið vóru ávirkaðir av surrealismuni.
Nevndin fyri Virðislønina tók til, at: "Skugga-Baldur javnvigar flott millum poesi og prosa. Skaldsøgan setur motiv saman frá íslenskari søgn, romantiskum frásøgukynstri og eina hugtakandi søgu, har okkara tíðar etisku spurningar taka seg upp.
Í 1987 útkom fyrsta skaldsøgan "Stálnótt" (Stálnátt). Í 1989 útkom "Engill, pípuhattur og jarðaber" (Eingil, høgur hattur og jarðber). Tað var nú mest við triðu skaldsøguni, at hann gjørdist kendur. Bókin "Augu þín sáu mig" (Eygu tíni sóu meg) gjørdi hann kenda sum skaldsøgurithøvund eisini. Bokin varð týdd til danskt, finskt, norskt, svenskt og onnur mál. Eftir hesa bók útkom annar partur av hesi skald-søguni "Með titrandi tár".
Sjón hevur við hesum skaldsøgunum roynt at endurskapt 20. øld. Hann brúkar eitt religiøst sjónarhorn og sum aðrir íslenskir høvundar, sum brúkar hann íslenska søgn, men eisini krimi, film og teknifilm.
Instillaður til Oscar
Sjón hevur eina fortíð sum høvundi at stuttsøgum, barnabókum, sjónleikum og hann hevur skrivað tekstir til m.a. Björk og The Brodsky Quartet. Hann skrivaði tekstir til filmin hjá Lars von Trier "Dancer in The Dark" í 2001, har Björk sang og leikaði. Fyri hetta avrikið varð hann instillaður til ein Oscar.
Skaldsøgan Skugga-Baldur er frá 2003, hon er fimta skaldsøgan hjá Sjón. Í hesi søguni fer hann á ferð niður í íslenskar søgur. Navnið Skugga Baldur kemur frá einum óndum anda ella einum myrkum trølsligum og óhugnaligum fólki. Baldur Skuggason er høvuðspersónurin, hann er lúnskur og tolir ikki dagsins ljós sum menniskja. Hesin persónurin broytist, men er tó løgin og illavorðin.
Bókin er bert 123 síður long og er skrivað, so at hon bæði er prosa og poesi. Hetta er ikki ein løtt bók at lesa, tí hon er rættuliga absurd og samstundis hevur Sjón fyri, at skriva sera torskilt.