Sjómenn skulu ikki landa livrina

So leingi tøknin ikki er til staðar, loysir tað seg ikki hjá sjófólki at taka livur, sigur Jan Højgaard, formaður i Fiskimannafelagnum At taka rogn og livur er sera tíðar- og orkukrevjandi hjá sjófólki, og royndir vísa, at tað gevur minni í hýru um manningin tekur rogn og livur. Hetta sigur Jan Højgaard, formaður Fiskimannafelagsins á heimasíðuni hjá Samtak.

- Á einum skipi, sum tók livur og rogn, fór manningin niður við 11 prosentum av hýruni, tí tað hevur so nógv eyka arbeiði við sær at gagnnýta allan fiskin. Á einum øðrum skipi fekk manningin 35 kr burtur úr livratøkuni í ein heilan túr, sigur hann.

Og víst verður á, at so leingi tøknifrøðin til livra- og rogntøku vantar, loysir tað seg als ikki hjá manningini at taka livur. Fiskimannafelagið mælir tí frá at hetta verður gjørt, tí tað viðførur sera nógv eyka arbeiði umborð á skipunum uttan at tað sæst aftur í lønini.

- Tá ið tøknifrøðin er til staðar til at gagnnýta allan fiskin er støðan sjálvsagt ein onnur, sigur formaðurin í fiskimannafelagnum, sum vónar, at tað skjótt fer at eydnast at fáa maskinur, sum gera at fiskurin verður gagnnýttur allur sum hann er.

- Sjálvandi dámar okkum ikki, at partar av fiskinum verða tveittir burtur. Men í verandi støðu er tað neyðugt, tí hitt ger arbeiðsstøðuna hjá sjómonnum verri, vísir Jan Højgaard á.

Hann undrast samstundis á, at landingarvirði á livur og rogn er so lágt um tað veruliga er so, at hetta tilfeingi kann økja útflutningsvirði við 2 milliardum kr. sum ført hevur verið fram síðstu dagarnar.