Eitt av evnunum í Degi og Viku hósdagin 22. desember 2005 var stovnsetan av einum nýggjum gerðarrætti í Føroyum. Upp í hetta evni var ALS og útgjald til fiskimenn tenkt saman. Umrøðan av hesum evni var eintáttað og mundi geva síggjarunum eina mynd, sum ikki er í samsvari við veruleikan.
Formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum, Ellintur Abrahamsen, greiddi frá, at teirra felag saman við Fiskimannafelagnum m. a. hava sum treyt, at fasti gerðarrætturin ikki verður góðtikin, uttan at ALS-lógin verður broytt soleiðis, at fiskimenn fáa úr skipanini á jøvnum føti við aðrar.
Tað er ikki sørt ørkymlandi, at SVF ikki lat umboð fyri ALS koma til orðanna við eini viðmerking.
Tí tað vóru skeivleikar, sum krevja ráttleiðingar.
Øll við A-inntøku rinda ALS-gjald
Øll, sum eru millum 16 og 67 ár, og sum hava A-inntøku og fulla skattskyldu í Føroyum, rinda ALS-gjald. Ávísar veitingar, pensjónir og avmarkað skattskyldug undir FAS eru tó untikin. Hetta er ásett í ALS-lógini, ið er løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997. Tað vil siga, at sjómenn, sum hava Ainntøku, rinda ALS-gjald eins og øll onnur í Føroyum.
Sjómenn fáa útgjald úr ALS á jøvnum føti við onnur
Hagtøl fyri november mánað vísa, at tað eru 974 arbeiðsleys í Føroyum. Nevnast skal sum dømi at 180 persónar eru skrásettir í skipanini, sum hava arbeiðsroyndir og/ella arbeiðsynski sum dekkari.
Sambært ALS-lógini fáa sjómenn útgjald úr ALS á jøvnum føti við onnur, tá hesir gerast arbeiðsleysir, um vanligu treytirnar fyri útgjaldi eru loknar.
Føroya Fiskimannafelag hevur ynski um eina serliga skipan fyri fiskimenn
Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag Óli Jacobsen hevur arbeitt við einum uppskoti um at gera eina serliga skipan fyri fiskimenn, soleiðis at hesir kunnu koma undir ALS, tá skip teirra liggur, hóast fiskimennirnir ikki eru uppsagdir. Meiriluti var ikki fyri hesum uppskoti í nevndini, ið gjørdi álit um broytingar í ALS-lógini, sum Landsstýrismaðurin í Vinnumálum setti í februar 2003. Álitið varð handað landsstýrismanninum í februar mánaði 2005. Hetta merkir tó ikki, at sjómenn ikki fáa útgjald úr ALS, tí tað fáa teir, um teir gerast arbeiðsleysir.
Misvísandi tíðindaflutningur
Tíðindini í Degi og Viku um, at ALS ikki rindar út til fiskimenn, eru misvísandi. Fiskimenn, sum verða raktir av arbeiðsloysi, fáa arbeiðsloysisstuðul, júst sum tað arbeiðandi fólkið á landi.