Fýra menn, sum vóru við danska farmaskipinum Danica White, sum bleiv rænt, vilja nú hava endurgjald frá reiðarínum Býarrætturin í Keypmannahavn skal nú taka støðu til, um fýra menn, sum vóru við danska farmaskipinum Danica White, kunnu krevja endurgjald frá reiðarínu fyri tíðina, sum teir vóru gíslar hjá somaliskum sjórænarum.
Teir fýra sjómenninir vóru gíslar saman við skiparanum í 83 samdøgur í 2007, eftir at skip teirra bleiv tikið millum Dubai og Mombasa í Kenya, men sluppu leysir, tá reiðaríið rindaði sjórænarunum loysigjald.
Teir fýra menninir krevja at fáa millum 300.000 og 400.000 krónur hvør, og danska sjómannafelagið tekur undir við krøvum teirra, sigur formaðurin, Søren Sørensen, við DR-kringvarpið.










