Síðani føroyska sjómansheimið Ørkin í Reykjavík lat upp í 1991, hava sjómanstrúboðarin og onnur vitjað har av og á, og serliga vetrarhálvuna. Tá hava verið møtir, hugnakvøld og annað á skránni.
Seinastu árini hava Føroyska Sjómansmissiónin og Føroyska Sjómanskirkjan skifst um at senda fólk yvir á Ørkina fyri at hava møti og gudstænastur fyri føroyingar í Reykjavík.
Hesi møti og gudstænastur eru eina ferð um mánaðin frá september til mai. Annars er møti fast hvønn sunnudag klokkan15.
Vikuskiftið 26.- 28. oktober vitjar Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari á Ørkini.
Umframt at tala á møtinum sunnudagin ætlar hann eisini at vitjað føroyingar.
Er nakað føroyskt skip í Reykjavík, Havnafjørðinum ella har nærhendis, ætlar hann at vitjað umborð.