?Serstakar hendingar á sjónum? er heitið á nýggjari bók, sum Torleif Johannesen gevur út. Talan er um 18 spennandi og serstakar hendingar, ið allar hava við sjógvin at gera. Tað eru føroyskir sjómenn, sum siga frá hendingum undir Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Irmingarhavinum, Ný Foundlandi, Chili, Eystursjónum og Norðsjónum árini 1935 til 2009.
Sagt verður um nakrar av hendingunum, at tær eru so persónligar, at hvørki kona, manning ella reiðarí frætti um tær.
Í bókini eru søgurnar um alt sum hendi.
Lesast kann soleiðis um Ingolf Heinesen, sum andaði deyðan í seg, um fimm brøður á søkkandi báti, um Kristian Martin Rasmussen, sum fekk bønarsvar í dreymi, um Tórhall Andreassen, sum fýra ferðir er forlistur, um Fuglberg, sum bóltaði runt, um Ólav Samuelsen, sum ofta fekk vitjan í dreymum, um Jacob Petur Jacobsen, sum fekk skilaleyst bønarsvar og um Ásbjørn Kjærbo, sum visti um roktúr, áðrenn teir loystu.
Fleiri av hendingunum eru ikki bara serstakar, men eisini undrunarverdar.
Sum sjómanstrúboðari hevur Torleif Johannesen, sum býr og er ættaður av Nesi, frætt um nógvar ymiskar hendingar á sjónum. Tað er nakrar av hesum, sum hann hevur fest á blað.
Tað er Heimamissiónsforlagið, sum gevur bókina út, og hon fæst í sølubúðum kring landið.
?Serstakar hendingar á sjónum? er 150 síður og er prýdd við nógvum vøkrum myndum. Bókin kostar 225 krónur.









