Frádráttur í skattinum hjá sjómonnum hevur verið nógv frammi eina tíð, men einki er sagt um, hví hann kom. Mest hevur verið skrivað um, at hann er órættvísur, og órættvísan skatt kann altíð skrivast nógv um. Tað munnu vera mong, sum halda seg rinda ov nógvan skatt.
Frádrátturin í sjómansskattinum kom, ikki tí at nakar tók synd í sjómonnunum, men fyri at fáa meira pening í landskassan. Støðan var jú tann, at sjómenn fingu meira burturúr við at sigla við útlendskum skipum og búgva uttanlands. Tí var samtykt at lækka skattin hjá sjómonnum fyri at teir ikki skuldu flyta av landinum. Føroyskir sjómenn eru sera »fleksiblir« og finna seg væl til rættis við at sigla við útlendskum skipum og hava eisini lætt við at flyta til onnur lond at búgva, í hvussu er eina tíð. Hetta kann vera gott fyri teir og familjur teirra. Onnur lond eru erpin av at borgarir teirra vinna pening í útlondum, men tá krevur, at treytirnar í heimland-inum eru soleiðis, at tað ikki loysir seg at flyta bústaðin av landinum.
Nú er sum nevnt nógv at hoyra um sjómansskattin aftur, og at frádrátturin eigur at verða avtikin.
Støðan í landinum er farin at líkjast støðuni, tá ið frádrátturin var ásettur. Hýran er minkað uppá stutta tíð við upp til 30-40%, so freistingin til at fara at royna tey útlendsku skipini man vera vaksin. Eg haldi, at um frádrátturin verður avtikin, man freistingin fara at vera enn størri. Um ætlanin er at fáa meira pening í landskassan við at avtaka frádráttin, so kann lætt henda, at tað verður øvugt, tí færri verða til at rinda skatt og harvið minni inntøkur til landskassan.
Skal frádrátturin verða avtikin, so haldi eg, at tað er sera vánalig »timing« at gera tað nú, tá ið hýran er so nógv minkað. Kanska inntøkurnar hjá sjómonnum hava størri ávirkan á landsbúskapin enn summir kønir menn og kvinnur halda.