Føroya Sjómansskúli fer nú undir eina umfatandi um- og útbygging.
Í gjár vórðu sáttmálar undirskrivaðir, sum umfata eina um- og útbygging fyri knappar 24 milliónir krónur. Arbeiðið skal vera liðugt á heysti 2000.
Útbyggingin umfatar ein tilbygning norðureftir, sum er 14x19 metur til víddar í trimum hæddum.
Niðasta hæddin er ætlað til simulatorar, bæði siglingar- og fiskarísimulatorar.
Í miðhæddini verður ein aula, ið dagliga verður nýtt sum matarhøll. Møguleiki verður at býta høllina sundur, soleiðis at onnur høllin kann nýtast til fyrilestrar, skeið o.a.
Á ovastu hædd vera 2 CBT-høli (Computer Based Training), bókasavn og eitt bólkahøli.
Brúgvin
Umbyggingin umfatar eina hædd omaná verandi brúgv. Uppgongdin til brúnna verður broytt. Eisini verður høvuðsinngongdin í neðra broytt.
Í 1962 stóð skúlin liðugur, og í 1973 vóru fyrstu útbyggingarætlanirnar frammi, men tær duttu niðurfyri.
Seinni varð nýggj úbyggingarætlan gjørd, og í 1988 vóru 16 mió. krónur játtaðar til endamálið. Gongdin í samfelagnum gjørdi tó, at ætlanin varð slept og játtanin strikað. Eisini var frammi, at skúlin skuldi byggja saman við Fiskirannsóknarstovuni, men onki varð av hesum.
Í 1995 kyknaði so ætlanin um útbygging aftur. Í fyrstu atløgu varð frá skúlans síðu skotið upp at keypa "Albert Hall". Skjalasavnið og aðrir stovnar á Debesartrøð við plásstørvi vóru áhugaðir í at yvirtaka skúlan. Næmingafelagið AZIMUT og starvsfólk skúlans høvdu ein virknan leiklut í hesum fyrireikingum.
Landsumsitingin vildi tó ikki ganga við til hesar ætlanir, men játtaði hinvegin pening á fíggjarlógini til at útbyggja verandi skúla fyri.
Og nú eru sáttmálarnir undirskrivaðir og arbeiðið skal standa liðugt á heysti 2000.










