Vikuskiftið 29.apríl til 1. mai skipar Føroyska Sjómansmissiónin fyri landsstevnu fyri kvinnur úr sjómanskvinnuringunum og øðrum áhugaðum. Stevnan verður í leguhúsinum í Nesvík.
Stevnan er eitt afturvendandi tiltak, sum seinastu árini hevur savnað umleið 180 kvinnur úr øllum Føroyum.
-Hóast kvinnurnar eru í ymiskum aldri, so hava tær minst eitt felags hjartamál ? Sjómansmissión, siga fyrireikararnir í dag.
-Landsstevnan verður merkt av kristiligum innihaldi, tos um arbeiðið, góðari sosialari samverðu, hugnað, góðum mati, nógvum prátið, og øðrum, siga fyrireikararnir.
Frá skránni kann nevnast, felagssangur, kórsangur, talur, andaktir og frágreiðingar frá arbeiðinum og hugnaløtur.
Eisini verður fundur fyri leiðslurnar í ringunum har evnið verður ?Avbjóðingar hjá leiðslunum í ringunum?
Hesum boða fyrireikararnir frá í dag.










