Eirikur Lindenskov
? Vit eru sera fegin um hesa gávu, sigur Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari.
Torleif Johannesen sigur, at sjómansmissiónin roynir at vitja allar havnir - helst tvær ferðir um árið, og tá verður bilurin sera hentur. Umframt at vitja sjómenn, vitjar sjómansmissiónin eisini sjómanskvinnuringarar kring landið.
ITF, sum hevur høvuðsskrivstovu í London, hevur sum fremstu uppgávu at útvega sjómonnum á hentleikaskipum sáttmálar, og hetta virksemið gevur eisini pengar í kassan hjá felagsskapinum - og teir verða nýttir til vælferð hjá sjómonnum, greiðir Torleif Johannesen frá.
Umframt hesa gávuna, so hevur Tórshavnar Sjómansheim fingið stuðul frá ITF til umbyggingina í 90?unum. Sjómansheimið í Reykjavík, Ørkin, fekk ein líknandi bil, tá tað lat upp í 1991, og fleiri sjómansheim í Danmark hava eisini fingið pening til arbeiðið millum sjófólkið.
? Tí valdu vit eisini at søkja. Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum, er felagsins umboðsmaður í Føroyum, og hann viðmælti umsóknini, sigur Torleif Johannesen, sum leggur afturat, at Óli Jacobsen er ein sera stórur stuðul hjá føroysku Sjómansmissiónini.