Sjómanskirkja letur aftur

Eingin sjómaður hevur verið á gátt í hálvt triðja ár

Danska Sjómanskirkjan í Hull í Onglandi, sum nógvir føroyskir sjómenn eisini kenna, verður nú stongd. Kirkjan hevur havt opið í 151 ár, men nú er virksemið blivið so lítið, at kirkjan verður stongd.

Tað veit DR at siga. 

Sjómanskirkjan í Hull lat upp í 1867 og er tann elsta danska sjómanskirkjan í útlandinum.

– Hetta er keðligt, men eg havi verið her í tvey og eitt hálvt ár, og eg havi eg ikki sæð ein einasta danskan sjómann í kirkjuni, sigur Arne Kristophersen við DR. 

Sjómanskirkjan í Hull letur aftur á nýggjárinum. Presturin verður verandi í eitt hálvt ár afturat í býnum, áðrenn hann fer heim.

Sambært felagsskapinum Danske Sømands- og Udlandskirker eru tað 48 støð uttan fyri Danmark, har tey hava danska kirkju ella meinigheit. Tað eru fimm færri enn fyri einum ári síðani.