Sjómanskappingarnar byrja longu fyrrapartin

Flestu føroyameistarakappingarnar í ymiskum sjómansskapi verða seinnapartin í dag, men longu fyrrapartin eru kortini nakrar kappingar á skránni í Klaksvík Innleiðandi spurnarkappingin í sonevndu SkipalistaQuizzini byrjar longu klokkan 9.30, og fyrireikararnir siga, at spurnarbløð verða býtt út við silva-pallin.

Sjálv finalan í SkipalistaQuizzini verður klokkan 12.30.

Í morgun klokkan 11.30 verður eisini svimjikapping um vánna, eins og kajak-rógvarar um somu tíð fara at vísa síni kynstur á vánni.

Fyrsta FM-kappingin av fleiri, sum verða á skránni í Klaksvík í dag, byrjar klokkan 11.45, tá kappast verður í at kasta fanglínu.

Klokkan 12.15 verður FM-kapping í at kasta lodd, og klokkan 12.45 verður kappast í trolbøting (mynd).

Ein stuttlig kapping fyri pør verður klokkan 13.30, tá høvi verður at kappast í at vinda hespu upp í noða.

Klokkan 14 verður togtogan, og klokkan 15 verður FM-kapping í sjómanstaki.

Millum klokkan 15 og 17 seinnapartin verða fleiri FM-kappingar, sum enda við eini HM-kapping í egning.

Klokkan 15.30 skal finnast út av, hvør er sterkastur at halda dreggi, og klokkan 16 verður FM-kapping í kelving.

FM-kappingin í agnskering verður klokkan 16.30, og klokkan 17 verður HM-kapping í egning við luttakarum úr Føroyum, Íslandi og Noregi.

Eftir at kappingarnar eru lidnar, verður steypahandan og handan av heiðurstekjum og sum skilst, verður tað Heini O. Heinesen, næstformaður í vinnunevnd løgtingsins, sum fer at siga nøkur orð og handa virðislønir til vinnarar.