Sjómansheimið í Runavík skal gerast til íbúðir til ung

Ætlanin er nú at gera sjómansheimið í Runavík til ungdómsíbúðir.

Tað upplýsir Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Men semja er ikki í samgonguni um hetta.

Tað eru tær tríggjar nývaldu tingkvinnurnar, Kristina Háfoss, Sirið Stenberg og Rigmor Dan, sum hava reist málið í tinginum um, at næmingarnir á Rásini, sum er ein skúli fyri ung við menningartarni, har tey verða fyrireikað til at eitt sjálvstøðugt lív og til at flyta í egnan bústað.

Tað eru sjey næmingar á rásini og meiningin er, at tey skulu flyta í egnan bústað eftir lokna skúlagongd.

Um miðjan desember verður skúlin liðugt, men næmingarnir eru húsvillur, tí tað er ongin bústaður til teirra nú vilja tær tríggjar tingkvinnurnar hava at vita, hvat landsstýriskvinnan í almannamálum ætlar at gera við tey.

Annika Olsen harmast um, at tey eru komin í hesa støðuna, at tey ongastaðni hava at fara og at tað er árokandi at loyva málið.

Í hesum sambandi hevur Almannastovan mælt til at leiga ella keypa Runavíkar Sjómansheim, sum stendur tómt, og gera tað til ungdómsíbúðir

Har er ætlanin, at tey ungu skulu fáa hvør sína lítla íbúð við kamari, baðiverilsi og einum lítlum køki.

Landsstýriskvinnan sigur, at í løtuni verður arbeitt við at útvega tær neyðugu góðkenningarnar frá brunaumsjónini, og byggimyndugleikum o.s.fr.

Hon sigur, at Sjómansheimið er ætlað at verða ein varandi loysn, men skal metast sum eitt lið í menningini hjá teimum ungu at gera tey før fyri at megna sín egna bústað.

Arbeiðið er farið ígongd at fáa øll loyvi til fáa frá byggmyndugleikum og brunaumsjónini.

Men ikki øll í samgonguni taka undir við hesum.

Rodmundur Nielsen heldur, at tey ungu hava betri uppiborið enn eina lappaloysn afturat.

Hann helt at tað er beinleiðis átaluvert, at hesin møguleikin verður umhugsaður.

Hann vísti eisini á, at privatir íleggjarar samráðast um at keypa Sjómansheimið.

Hann mælti heldur til, at hesir sjey næmingarnir verða verandi á Rásini í eitt ár afturat, so at ein varandi loysn kann verða funnin til tá.

Hinvegin helt Alfred Olsen, at verður Sjómansheimið mett at verða ein góð fyribils loysn, kundi tað vera ein loysn.