Heimligt umhvørvi
HOTEL SJÓMANSHEIMIÐ ØRKIN er føroyska sjómansheimið í Reykjavík. Her verður roynt at skapa eitt heimligt umhvørvi fyri sjómenn og føroyingar annars, sum búgva í Íslandi ella koma at ferðast higar.
Fyristøðufólkini, Símun og Elin Hansen, og starvsfólkini eru føroyingar.
Hotellið hevur 20 dupultkømur. 10 av teimum kunnu nýtast sum 4-mans kømur. Øll kømrini hava wc/bað, litsjónvarp og telefon. Eisini er atgongd til alnetið. Sjómansheimið liggur tætt við miðbýin.
Nógv tiltøk
Møti er hvørt sunnukvøld kl. 17, aftaná er kaffi at fáa.
Føroyakvøld er annaðhvørt mikukvøld frá kl.19-22. Næstu ferð 4 okt. Á skránni er nógv til gaman, álvara og handaligt.
Fyrsta vikuskiftið í hvørjum mánaði hava vit vitjan frá Føroyum. Gongur á skift við presti og trúboðara frá ávikavist Sjómanskirkjuni og Sjómansheiminum. Tá prestur vitjar er fyrst gudstænasta í Háteigskirkju kl.15, og síðani kaffi á Sjómansheiminum.
Leygarkvøldið, ið vitjanin er, hava vit hugnakvøld við sangi, skemti og andakt, og kl. 20 á Sjómansheiminum.
Lyfta lættir um
Eitt slíkt heim í so nógvum hæddum hevur sjálvandi tørv á eini lyft.
Henda hevur verið nógv saknað í fleiri ár, men umsíðir er hon komin upp á pláss.
Á henda hátt hava illa gongd fólk ella fólk í rullistóli nú møguleika at gista her.
Føroysk starvsfólk
Roynt verður at hava so nógv føroysk starvsfólk sum gjørligt á Ørkini.
Umframt vanligt arbeiðið sum fyristøðumaður, vitjar Símun umborð á føroysk skip og somuleiðis útlendsk, har føroyingar eru við. Roynt verður at verða teimum til hjálpar og at veita teimum tey nýggjastu bløðini úr Føroyum. Um møguleiki er til tað, verður eisini andakt hildin umborð.
Ørkin er ein sjálvsognarstovnur, har nevndin er sett saman av føroyingum og føroyingum sum eru búsitandi í Reykjavík. Nevndin hevur fund árliga í Reykjavík ella í Føroyum.