Eirikur Lindenskov
Stórbroyting er farin fram á Tórshavnar Sjómansheimi seinnu árini. Frá at vera eitt fortíðar sjómansheim, hevur heimið ment seg til at nýmótans hotell.
Eftir umbyggingina hevur Sjómansheimið eisini fingið navnabroyting til Hotel Tórshavn - við undirheitinum Sjómansheimið.
Á hotellinum er fjøllbroytt virksemi, eitt nú Pizza-Café, sum er sera væl umtókt, ein matstova, sum hevur eina spennandi a la carte matskrá - har okkarnir báðir reynhold Madsen og Rasmuss Lassen stákast - so vitjanin á Sjómansheiminum skal verða eitt gott upplivilsi hvørja ferð, vitjað verður.
Nú ber eisini til at halda skeið á Hotel Tórshavn - í hølum, sum eru ætlað endamálinum við útgerðini, sum nýmótans skeið skal hava.
? Hugnaliga umhvørvið í Vágsbotni, er nakað, ið allir gestir okkara eru hugtikin av, og serliga útlendingar. Tey nýggju kømrini, sum hava útsýni yvir Vágsbotn, hava tí verið sera væl umtókt, sigur Jeffri Johannesen leiðari á Sjómansheiminum, sum leggur afturat, at um gestir ynskja eitt serligt upplivilsi, so eru suitirnar nakað av tí besta, ið tú kanst bjóða, tá talan er um gisting.