Tað verður sjáldan tosað um, at tað - at menn eru noyddir at sigla úti, ofta í fleiri mánaðir, meðan kvinnurnar eru heima og taka sær av børnunum - er ein hóttan ímóti trívnaði í familjunum. Kanska eru hesi lívskorini hjá sjómonnunum eisini tann størsta hóttanin ímóti øllum øðrum trívnaði í samfelagnum. At annað kanska ikki er møguligt í Føroyum, er ikki nøkur orsøk til at tabuisera spurningin.
Tí tá ið Miðflokkurin sigur, at lívsvirðini skulu endurskoðast, og at pengar og materiel virði ikki er alt, eru vit noydd at kanna hvørjar trupulleikar familjurnar veruliga stríðast við. Alt ov ofta verða dagstovnarnir gjørdir til høvuðstrupulleikan, meðan tað strukurella einsemið, sum familjunurnar noyðast at liva við, ikki verður umrøtt: tað at kvinnurnar og børnini í longri tíðarskeið skula liva atskild frá monnunum - og páparnir skula sakna konurnar og børnini hjá sær. Loysnin er tí ikki, at kvinnurnar skula ganga meira heima, men at hugt eigur at verða eftir, hvussu mennirnir kunna verða meira saman við familjunum sínum.