Í morgun var serlig sjómannagudstænasta í Klaksvík í sambandi við sjómannadagin, sum var í gjár. Tað var Magnus Brahe Jørgensen, prestur, sum prædikaði.
Við til gudstænastuna vóru eisini fólk frá Brimli og frá norska kavbátinum, sum vitjar í Klaksvík.
Sum nakað serligt var hornblástur við Eileri Rasmussen, Andrasi Sólstein og Páll Sólstein. Eisini var solosangur við Óla Poulsen.
Í sambandi við sjómannadagin er Bátasavnið í Leirvík opið seinnapartin frá klokkan 15 til 18, og klokkan 18 verður sjómansmøti Í KFMUM & K við í Klaksvík við Hanseman Mikkelsen, Leirvik. Menn syngja og nátturði verður eftir møtið.










