Føroysku sjómannafeløgini hava undirskrivað eina avtalu um samstarv.N ýggi felagsskapurin hevur fingið navnið Faroese Maritime Unions, stytt FMU. Endamálið við hesum tiltaki er at fáa í lag skipað sáttmálaviðurskifti fyri útlendsk sjófólk, ið sigla við skipum í Føroysku Altjóða Skipaskránni.
FMU skal eisini umboða hesi sjófólk mótvegis reiðarum, viðkomandi myndugleikum og í millumlanda fakfelagssamstarvi.
Hvørt felag velur eitt umboð í nevndina, og í fyrstu nevndini í FMU sita Eyðstein Djurhuus, Jan Højgaard og Páll Hansen.










